
Rudda Føroya fer at rudda á Skipanesi tann 21. august
Árligi ruddingardagurin, sum áhugafelagsskapurin Rudda Føroyar skipar fyri, verður 16. september. Síðani Rudda Føroyar var stovnað í 2018 og fór undir at skipa fyri ruddingum, eru á leið 100 tóns av burturkasti tikin upp úr nátturuni.
Á hvørjum ári í september fara eini 1.500 fólk út í føroysku nátturuna at rudda.
Tó verður tjóðstartað mánadagin 21. august á Skipanesi kl. 10.00-14.00, tí Rudda Føroyar hevur gestir úr Noregi, sum koma at frætta um viðurskifti við burturkasti, dálking, endurnýtslu, burðardygd og tílíkum.
Rudda Føroyar sigur, at fólk er hjartaliga vælkomin at rudda við nevndarlimum í Rudda Føroyum og útlendskum gestunum. Møtið fjølment!
Yvirskipaða endamálið við verkætlanini, Rudda Føroyar, er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum. Í 2022 luttóku 60 milliónir sjálvboðin úr 191 londum. 303 túsund tons av ruski vóru ruddað.
Seinastu tíðindi



