Dansifelagið vitjar borgarstjóran

20. februar 2023

Føroyingar hava sitið alspentir hvørt leygarkvøld ein part av vetrinum og fylgt fyrstu skipaðu spurnarkappingini um kvæði, kvæðamentan og føroyskan dans í Útvarpinum. Kendu kvøðararnir Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen gjørdu spurningarnar, Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen hava verið vertir - meðan Jónleif, dalbingur og varaskúlastjóri við Løkin, átók sær leiklutin sum dómari.

Eysturoyar Dansifelag er, sum heitið sigur, dansifelag fyri alla oynna, men húsast vanliga í grannalagnum hjá Kommunuskrivstovuni í Heiðunum. Hinumegin vegin í húsunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini. Áhugin í oynni hevur verið stórur fyri hesi kapping, og vit fegnast øll stórliga um tann heiður, sum luttakararnir leygarkvøldið høvdu heim aftur við sær úr høvuðsborgini.

Manningin á liðnum hjá eysturoyingum í kappingini hevur verið Jón Rói Høgnesen, Kristian Jacobsen og Jóannes Djurhuus (sum ikki er við á myndini, tá hann er burturstaddur uttanlands í arbeiðsørindum). Tað stóð um neppingina í finaluni ímóti Kjartani Atlasyni, Birgiri Djurhuus og Janusi Kamban úr Havnar Dansifelag, men tá leikur var lokin, lá Eysturoyggin omaná við einum stigi.

Í gjárkvøldið heitti borgarstjórin á vinnandi liðið, Jens Dalsgaard og formannin Ivan um at koma á gátt til ein kaffimunn. Seinrapartin – í hálvan annan tíma – varð spjallað um og farið víða í kvæðamentanini og dansinum. Gestirnir eru vitandi menn – tað hava teir nú prógvað í kapping. Tosað varð eisini um tær gomlu dansistovurnar, sum nú eru foyktar, tær flestu, men nú er einasta dansistovan í Runavíkar kommunu, sum er eftir frá hini gomlu tíðini, í Funningi, um at vera liðug umvæld, og væntandi er, at Eysturoyar Dansifelag verður ein tíðum gestur á dansigólvinum har norðuri.

Eftir at borgarstjórin í røðu hevði takkað vinnarunum, fyri tann heiður teir høvdu veitt okkum oyggjarbúgvum, og fyri hvussu góðir í ávikum kvøðararnir í dansifelagnum hava verið, táið kommunan hevur heitt á teir til ymsi høvi, handaði hann Eysturoyar Dansifelag ein kekk frá kommununi - sum áminning um tann stóra týdning - ið felagið hevur í alneyðuga átakinum at halda uppi hesum avgerandi arvinum hjá tjóð okkara.

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu