Stroyming - Samgonguskjalið & samfelagið - Ráðstevnufundur í Løkshøll

15. februar 2023

Ráðstevnufundurin verður stroymdur umvegis Youtube her:

Runavíkar kommuna bjóðar til ókeypis ráðstevnufund í Løkshøll mikukvøldið 15. februar kl. 19.00 – 21.30. Ein kaffimunnur verður at fáa frá kl. 18.30.

Endamálið við hesum fundinum er at seta samgonguskjalið undir lupp, soleiðis, at partarnir, sum onkurvegna verða ávirkaðir av ætlaða politikkinum, sleppa til orðanna, og at landsstýrið/samgongan í mun til hetta fær greitt frá sínum ætlanum.

Fundurin er ikki ein fundur um partapolitikk, hetta er ein fundur, sum tekur støði í einum samgonguskjali og teimum áhugamálum í samfelagnum, sum á ymsan hátt verða ávirkað av væntaða politikkinum tey næstu árini.


SKRÁ

19:00 – 19:10    Borgarstjórin bjóðar vælkomin.

19:10 – 19:25    Løgmaður greiðir frá ætlanum samgongunar.
19:25 – 19:40    Jón Sigurdson, FAG, greiðir frá arbeiðsgevara sjónarmiðum.
19:40 – 19:55    Sonja Jógvansdóttir, Samtak, greiðir frá teirra sjónarmiðum.
19:55 – 20:10    Hans Kári Vang, KF, - fíggjarligar avleiðingar fyri kommunala geiran.

20:10 – 20:25    Magni Laksafoss ger búskaparligar metingar um samgonguskjalið.

20:25 – 21:15    Pallborð sum tekur støði í samgonguskjalinum og framløgunum.

Í pallborðinum sita:

Løgmaður – Aksel V. Johannesen.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður m.a. í vinnumálum.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Regin Jacobsen, stjóri, Bakkafrost.
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
Tórbjørn Jacobsen, formaður í KF.
Fundarstjóri: Ben Arabo

ES: Eftir fundarlok syngja vit tjóðsangin.

Vælkomin á ráðstevnufund

Seinastu tíðindi

13. juni 2025
Summarkvøld við Toftavatn - hósdagin 19. Juni
13. juni 2025
Mary drotning vitjar á Glyvrum
13. juni 2025
Reinsi­tænastan hjá IRF byrjar í næstu viku (viku 25) at tøma rottangar í Skálafirði.
11. juni 2025
Nýtast ikki at kóka drekkivatnið í Søldarfirði