Umskipingar á Heiðavegi

26. januar 2023

Í rúma tíð hava BankNordik og Runavíkar kommuna samskift um umbýti av hølum á Heiðavegi í Saltangará. Eftir uttanveltaðar metingar og eina drúgva tilgongd, gjørdust partarnir í dag endaliga samdir um, at Runavíkar kommuna keypir eyðkenda bankabygningin á Høgabóli á Heiðavegi 54. Bygningurin er staðsettur á matr. no. 73, Glyvra bygd. Samstundis er semja gjørd um, at bankin, umvegis eitt leigumál við kommununa, flytir bankadeildina í býnum inn í hølini á Heiðavegi 13, har ið VisitRunavík (Kunningarstovan) hevur hildið til í nøkur ár.

Tað var á býráðsfundinum hin 30. juni í 2022, at býráðið einmælt tók undir við at keypa bankabygningin á Høgabóli til fyrisitingina hjá kommununi, samstundis varð samtykt at selja verandi kommunuskrivstovu og at leiga BankNordik hølini á Heiðavegi 13. Fíggjarnevndin hevði á fundinum hin 27. juni 2022 - í einmæltari samtykt - latið býráðnum upp í hendur at taka endaliga støðu í málinum.

Umskipingin, sum nú liggur í kortunum, fer at taka nakað av tíð. Í løtuni fæst Spf. Byggiverk við at umvæla hølini millum Bókabúðina og komandi bankadeildina - til VisitRunavík at húsast í, og ímeðan virkar Kunningarstovan í leigaðum hølum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í somu gøtu. Væntandi flytir VisitRunavík inn í nýggj hølir um miðjan mars. Holm Bygging fer nú undir at umvæla og seta í stand hølini, sum BankNordik í leigumáli skal virka í tey næstu árini, og væntandi kann bankin flyta av Høgabóli inn í nýggja deild á Heiðavegi 13 einaferð í apríl/mai mánaða. Tástaðni kann farast undir at flyta fyrisitingina hjá kommununi inn á Høgaból, og væntandi kann tað, um alt gongur eftir ætlan, gerast fyri summafrítíðina í ár. Verandi kommunuskrivstova verður lýst til sølu í almennum útboði, og kann tann sølan avgreiðast sum tað seinasta í hesi manøvruni, ið kemur at ávirka gerandisdagin hjá lutfalsliga nógvum fólki í eina tíð. Hinvegin verður alt gjørt fyri, at tey, sum hava ørindir hjá hesum ymsu høpunum, koma at vera so lítið ávirkað av umskipingunum sum yvirhøvur gjørligt.

Bankabygningurin á Høgabóli er bygdur miðskeiðis í 80´árunum í hinari øldini. Johan Hansen – Hanni í Bankanum róptur – var tá deildarleiðari í økinum. Onnur, ið hava sitið fyri deildini sum leiðarar, eru Gorm Nielsen, Leivur Højgaard og hesi seinru árini Sæunn L. Nolsøe. Sambært skjølum hava Albert Isfeld, Jórun í Dali og Landsbyggifelagið teknað og ráðgivið. Nú BankNordik leitaði eftir meiri tíðarhóskandi hølum til sítt virksemi, og Kommunuskrivstovan á Heiðavegi 26 var vorðin ov lítil til fyrisitingina hjá kommununi, varð hildið, at hetta umskiftið hølisliga kundi gerast ein vinningur fyri báðar partar. Kommunan keypir bygningin á Høgabóli fyri 19 milliónir krónur, og bara marknaðurin ger av hvussu mikið ið Heiðavegur 26 kann seljast fyri.

Tey, sum hava havt ørindir hjá kommununi, munnu vera sannførd um, at bygningurin ikki longur er hóskandi sum ráðhús. Umframt at virksemi hjá føroyskum kommunum er vaksið almikið hesi seinru árini, eftir at fleiri avgerandi øki eru løgd frá landinum út til kommunurnar at reka, og hartil tað, at Runavíkar kommuna í dag er ein samansjóðing av 5 kommunum í oynni, hevur lagt somikið av trýsti á hús og virknað, at adressan ikki longur er hóskandi til tess at veita okkara borgarum ta tænastu vit hava tørv á.

Annars er ætlanin, at gamli skúlin á Glyvrum – frá 1891 – frameftir verður býráðssalur. Hann verður í løtuni høvuðsumvældur, og kann væntandi takast í nýtslu sum býráðssalur, samstundis sum fyrisitingin flytir av Heiðavegi 26 inn á Høgaból. Fram hagartil vera býráðsfundirnir hildnir í verandi býráðssali.

Í dag kl. 16 skrivaðu Árni Ellefsen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir skjølini, sum endaliga staðfesta sølu/keyp og leigumál.

Seinastu tíðindi

22. mai 2024
Útboð - Hjallavegur suður - íbúðarbygging og vegagerð
21. mai 2024
Ruskpláss
21. mai 2024
Styrkisambandið og Runavík vertir fyri NM 2024 í vektlyfting
16. mai 2024
Úr Oyndarfirði til Bangladesj