Sig frá um tú sært rottu
15. februar 2023
Um tú sært rottu ella hevur trupulleikar við rottu í Runavíkar kommunu, sig so frá við at ringja á tlf.nr. 41 70 00 ella senda eina fráboðan her.
Um tú sær tekin um rottu, so sum rottuholur, rottulort ella at tað er gnaga í ruskposanum, boða so frá hesum eisini.
Tað sum tú sjálv/ur kann gera fyri at minka um rottuvanda, er at:
- Ansa eftir at eingin matur er tøkur, har sum hønur, gæs ella seyður verður fóðrað.
- Tryggja at rottur ikki sleppa til skrellispannina.
- Ikki blakað mat út til likkur e.l.
- Tetta steinseting í kjallara.
- Kannað, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara.
Seinastu tíðindi
05. apríl 2026
Gleðiligar páskir
01. apríl 2026
Nato vísir fram á Skálafjørðinum
30. mars 2026
Broytingar í innsavningini
28. mars 2026
Sára Mrdalo setti kvøldskúlaframsýningina við hesum orðum