Grønlendsk ráðharravitjan

04. august 2022

Peter P. Olsen situr fyri útbúgving, mentan, ítrótti og kirkju í grønlendska landsstýrinum. Á sama hátt sum landsstýrisformaðurin Múte Bourup Egede umboðar hann Inuit Ataqatigiit, sum nú situr í stjórn saman við Siumut flokkinum. Hann varð valdur landsstýrismaður í fyrru stjórnini hjá Múte hin 23. apríl 2021, og táið hesin umskipaði stjórnina í apríl í ár, helt Peter fram sum landsstýrismaður við somu málsøkjum.

Landsstýrismaðurin vitjar í Føroyum í hesum døgum, og hevur hann havt eitt ynski um at vitja Runavíkar kommunu, fyri at síggja og hoyra um hvussu kommunan hevur skipað seg á økjunum, ið hann umboðar sum ráðharri í grønlendska landsstýrinum.

Peter er føddur hin 19. desember 1961 í Sisimiut. Í árunum 1979-1982 lærdi hann til maskinsmið á Jarn- og Metalskúlanum í Nuuk. HF-prógv fekk hann í Aasiaat í 1985 og í 1990 bleiv hann exam.art í mentan og samfelag frá Ilisimatusarfik – grønlendska fróðskaparsetrinum. Eftir tað læs hann til kennara á Ilinniarfissuaq – grønlendska læraraskúlanum – haðani hann fekk prógv í 1995.

Síðani var hann lærari í Qaanaaq (Thule) í árunum 1995-1997, í Nuuk frá 1997-1998 og í Aasiaat frá 1998-1999. Eftir tað var hann frítíðarleiðari í Aasiaat í árunum 1999-2006 og síðan lærari aftur í sama býi frá 2006 til 2015, táið hann fekk farloyvi frá starvinum - eftir at vera valdur inn a ting - í Landstingið. Politiska leiðin byrjaði annars, táið hann var formaður í ungmannafelagnum hjá Inuit Ataqatigiit í Nuuk í 1994. Í 2005 var hann valdur í býráðið í Aasiaat kommunu. Í 2017 og í 2021 varð hann valdur býráðslimur í Qeqertalik Kommune (víðkaða Aasiaat-økið). Við hetta seinra valið fekk hann flestar atkvøður av øllum valevnunum, men hann gjørdist ikki borgarstjóri, táið boð um sama mundið vóru eftir honum at gerast landsstýrismaður í mentanar, undirvísingar, ítróttar- og kirkjumálum.

Annars hevur hann spælt við fleiri tónleikabólkum, har hann eisini hevur skrivað hópin av sangum. Hann stovnaði Olsen Music – eitt útgávufelag - sum hevur givið á leið 30 fløgur út. Í fleiri ár skipaði hann Nipiaa Rockfesivalin í Aasiaat, og í 2010 fekk Peter eina heiðursviðurkenning, táið KODA Greenland Award hevði stevnu hetta árið. Fleiri ferðir árini 1982-87 var hann grønlandsmeistari í taekwondo.

Í dag hava borgarstjórin og mentanarleiðarin greitt honum frá støðuni, gongdini og framtíðini í væntu hjá Runavíkar kommunu. Eftir eina góða løtu í býráðssalinum, har hann í stuttum fekk eina briefing um kommununa, var farið út í Skótahúsið, Bylgjuna og inn í Gulu smiðjuna fyri at síggja framtøkini í økinum tey seinru árini. Eftir ynski fekk hann eisini eina frágreiðing um ætlaðu svimjihøllini, sum býráðið samtykti at fara undir á seinasta byráðsfundinum fyri summarfrítíðina. Tað var ein sera fryntligur maður sum vitjaði okkum í dag, og hann gav greitt til kennar, at kommunur við okkara stødd í Grønlandi kundu lært nakað væl av okkara fyriskipan á frítíðarøkinum, m.a. helt hann at ein skipan sum Spjaldrið hevði verið ein skilagóð skipan at sett í verk í grønlendskum kommunum.

Seinastu tíðindi

13. juli 2022
Kommunuskrivstovan í summarfrí
04. august 2022
Grønlendsk ráðharravitjan
25. juli 2022
Altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin
22. juli 2022
Gjøld og treytir í samb. við moldgoymsluna á Skorhædd