Nýtt graslíki við Løkin og á hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla

07. juni 2022

Tað hevur ligið í kortunum, at graslíkið á fótbóltsvøllinum við Løkin skuldi skiftast. Um somu leið varð semja um, at gamli hondbóltsvøllurin omanfyri Glyvra skúla skuldi skipast sum venjingarvøllur við graslíki. Landsbyggifelagið gjørdi útbjóðingartilfarið, og eftir at tilboðini vóru komin inn, og mett var um tey, samtykti býráðið – á almennum býráðsfundi í Lamba hin 2. juni - einmælt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og Fíggjarnevndini um at taka av tilboðnum frá Laiderz Aps.

Fyrrapartin í dag skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vegna Runavíkar kommunu, og Ásvald Simonsen, vegna Laiderz Aps., undir avtalu um veitan av graslíki og stoytdoyvingarlagi til vøllin við Løkin og hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla, sum við hesum fær stoytdoyvingarlag og graslíki meinlíkt tí, ið verður lagt á vøllin við Løkin.

Laiderz Aps. átti lægsta boðið, táið boðini vórðu lisin upp hin 19. apríl 2022, og síðan hava samráðingar verið um smálutirnar.

Graslíkið, ið veitt verður, er av slagnum ACT Global, og er hetta fyrsta graslíkið av sínum slag í Føroyum. Tað serliga við júst hesum graslíkinum er, at stráini eru vovin heldur enn límað í máttuna. Hetta økir munandi um haldbærið. Samstundis kann graslíkið endurvinnast 100%. Stráini eru eisini 48 mm long í mun til vanligu longdina á 40 mm.

Vøllirnir við Løkin og við Glyvra skúla verða lagdir á um hálvan august. Samstundis verður ein sirmilsskipan løgd í vøllin við Løkin, til tess at væta hann, táið turkur er.

Í sáttmálanum er eisini niðurfeld ein optión um nýggjan vøll á Skála í 2023.

Seinastu tíðindi

17. september 2025
Økir til íbúðarbygging á Skála til sølu
16. september 2025
Jarðhiti í Søldarfirði
15. september 2025
Kvøldskúla­skráin í Runavíkar kommunu veturin 2025/­26 er klár
13. september 2025
Heimapartar frá grindini í Fuglafirði.