Borgarafundur í Oyndarfirði

25. november 2021

Týskvøldið hin 30. november kl. 19:30 skipar Runavíkar kommuna fyri borgarafundi í Oyndarfjarðar skúla. Ætlanin um ávísar broytingar í aliøkinum á Oyndarfirði er einasta mál á skránni. Mowi hevur fyrr í ár søkt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um loyvi til at broyta aliøki C-08, á Oyndarfirði, og fyri kortum er ískoyti til umhvørvisgóðkenningina komið frá Umhvørvistovuna. Runavíkar kommuna hevur fingið ískoytið til hoyringar.

Meðan málið hevur verið viðgjørt er ynski komið fram í Vinnu- og havnarnendini, um, at leggja ískoytið (broytingina) fyri staðbundnu nevndina í bygdini, og um at borgarafundur verður hildin um sama mál. Ein fundur í staðbundnu nevndini tók undir við, at borgarafundur varð hildin.

Mowi eigur alingina á Oyndarfirði og hevur játtað at luttaka á fundinum við einari framløgu, og Umhvørvisstovan verður eisini umboðað á fundinum. Eftir framløguna verður møguligt at seta fram spurningar um ætlaðu broytingina, sum ískoytið fevnir um.

Runavíkar kommuna

Seinastu tíðindi

04. juli 2025
Tveir nýggir kommunulæk­nar settir í Heilsumiðstøð­ini í Runavík
04. juli 2025
Rottangatøming á Skála
02. juli 2025
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri alla familjuna!
02. juli 2025
Ruskplássið í Oyndarfirði