11.11.21 - Kanningar í Skótahúsinum hósdagin
09. november 2021
Møguleiki verður hjá øllum at kanna seg fyri Covid-19 í Skótahúsinum við Løkin í Runavík hósdagin hin 11. november. Kanningarnar vera í tíðarmálinum millum kl. 17:00 og 22:00.
Landssjúkrahúsið skipar fyri kanningunum í samstarvi við Runavíkar kommunu. LSH tekur royndirnar og kommunan tekur sær av hinum praktiska partinum.
Neyðugt er at melda til kanningina á www.corona.fo frá í dag kl. 17. Neyðugt er at hava váttanina um tilmelding við sær á staðið.
Kanningarnar eru ókeypis fyri øll tey sum ynskja at brúka møguleikan.
Landssjúkrahúsið & Runavíkar kommuna
Seinastu tíðindi
05. november 2026
FÆ2027
05. november 2026
KOM OG MENN’ist
05. november 2026
Árligi Býarskáin verður í vikuskiftinum 7. og 8. november
02. november 2026
Mamma, nær kemur pápi heim?