Nýtt venjingartilboð í Roðanum

31. august 2021

Í heyst bjóðar Roðin eitt nýtt venjingartilboð afturat í Bylgjuni.

Roðin hevur síðani mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í
Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.

Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag kl. 10.45-11.45

Í Ítróttarhøllini á Skála er venjingin mánadag og mikudag kl 14-15

Í heyst fer Roðin at bjóða eitt nýtt tilboð afturat í Bylgjuni.
Hetta tilboðið er ætlað teimum, sum ikki halda seg megna tær venjingarnar sum vanliga eru í
Bylgjuni. Venjingarnar vera “lættari”. Hesar venjingarnar ganga fyri seg á loftinum í Bylgjuni.
Mánadag og mikudag kl 10.45-11.45

Um ein ynskir at luttaka í venjingunum, nýtist einum bert at møta upp í høllini at melda til.

Allar venjingarnar byrja 1. September.
Mánaðarligt gjald fyri luttøku eina ferð um vikuna er: kr 130 ,-
Mánaðarligt gjald fyri luttøku tvær ferðir um vikuna er: kr 170,-

Roðin hevur eisini onnur venjingartilboð, so sum endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, hesar
venjingar ganga fyri seg í venjingarhølunum hjá Roðanum ella heima hjá borgaranum.

Øll eru vælkomin at ringja til Roðan 478200 og hoyra nærri um tilboðini

Seinastu tíðindi

04. november 2025
Takk. Saman um Krabbamein
04. november 2025
Kunningartiltak um integratións­lógina
01. november 2025
Røða til minningarhald í Søldarfirði, allahalgannadag 2025
31. oktober 2025
Grund­stykki til íbúðarbygging í Leitinum