Frítíðarhúsið Elsa Súsanna

16. mai 2021

Eftir uppskoti frá borgarstjóranum tók Trivnaðarnevndin á fundi hin 21. apríl einmælt undir við at geva húsunum á matr. no. 133d, Glyvra bygd, heitið: Frítíðarhúsið Elsa Súsanna. Á býráðsfundinum, sum var hildin á Skála hin 28. apríl, tók býráðið einmælt undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Hetta eru húsini sum Kongshavnar Kvinnufelag átti á Glyvrum, og sum Runavíkar kommuna keypti frá felagnum. Kommunan hevði tørv á størri hølum, tá frítíðarskúlin við Stórá í Rituvík var vorðin ov lítil, og samráðingarnar við Kvinnufelagið endaðu sum tey flestu vita við tí úrsliti, at kommunan keypti húsini, og eftir tað gav felagið Gulu Smiðjuni í Saltangará – sum kommunan eigur - dastið av keypspeninginum aftur sum gávu.

Upprunaliga uppskotið frá borgarstjóranum var annars so ljóðandi: Eftir at ein partur av frítíðarskúlanum nú húsast í húsunum, sum Kongshavnar Kvinnufelag átti á Glyvrum, er hóskandi, at skúlin fær eitt heiti – eitt navn. Eitt skilagott uppskot er: Frítíðarskúlin Elsa Súsanna

Viðmerkingar vóru: Undir samráðingunum við nevndina í Kongshavnar Kvinnufelag, um leigu av húsunum til frítíðarskúla, varð úrslitið, at Runavíkar kommuna keypti húsini ístaðin fyri at gera eitt leigumál. Undir somu samráðingum boðaði nevndin í felagnum frá, at hon ætlaði at lata ungdómshúsinum “Gula Smiðja”, sum kommunan eigur og dagførir, 2½ millión krónur av teimum trimum milliónunum, soleiðis sum keypsprísurin var avtalaður. Hetta var ein stórfingin gáva, sum veruliga gav dagføringini av Smiðjuni vind í seglini. Tað einasta sum var tikið á tungu sum viðurkenning fyri gávuna var, at Kvinnufelagið, ella legendariska forkvinnan, Elsa Súsanna Jacobsen, sála, sást aftur onkustaðni í hesum høpum. Kongshavnar Kvinnufelag var sett á stovn hin 6. november 1957 og eitt av stóru stríðsmálunum hjá felagnum frá byrjan var, at fáa skipaða barnaansing í kommununi. Tí er tað hóskandi, at hesin frítíðarskúlin verður uppkallaður eftir henni. Hartil eigur ein minnisplattur at verða hongdur upp í “Gulu Smiðju” sum áminning um stórfingnu gávuna frá Kongshavnar Kvinnufelag.

Eftir góðum ráðum og politisku viðgerðina eitur húsið nú: Frítíðarhúsið Elsa Súsanna. Tá húsini í næstum verða málað, fer hetta at síggjast aftur í vestara galvinum.

Í bókini “Av Tinghellu á Førjaklettin”, søgan um Runavíkar kommunu, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, og sum er borin øllum húskjum í kommununi, ber til at lesa um Kongshavnar Kvinnufelag í 3. bindi á blaðsíðunum 243-250.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna