Heimildarfilmurin BIRITA
Í hesum rørandi og djúpt persónliga heimildarfilminum ger ein bólkur av sjónleikaravinum eina roynd at seta leikverkið King Lear eftir William Shakespeare, upp, og lata nógv fagnaðu sjónleikarinnuna Biritu Mohr, sum hevur Alzheimers, spæla høvuðsleiklutin.
Sonur Biritu, Búi Dam, leikstjóri, stendur á odda fyri umstrýddu verkætlanini, sum er drivin av sannføringini um, at hóast mamman ikki dugir at tosa longur, so leingist henni aftur á pallin. Sum leikstjóri skal Búi stríðast við at rættvísgera treytirnar fyri verkætlanini, meðan pápin, Egi Dam, sum er pensjoneraður leikstjóri, roynir at skapa javnvág ímillum umsorgan og sín egna trivnað.
Mitt í øllum hesum merkisverda leiki verður káta nærveran hjá Biritu ein kærkomnin lættleiki í tilgongdini, og hevur djúpa ávirkan á øll, sum eru við.
Longd: 89 min.
Leikstjóri: Búi Dam
Høvuðsleikari: Birita Mohr
Framleiðarar: Jón Hammer, Mark Steele og Durita Sumberg
Klipparar: Richardo Acosta, David Alcocer, Raúl Silva Gómez
Filmsfotografur: Franklin Symphor Henriksen
Tónaskald: Bill Frisell
Ljóssniðgevi: Tom Ryan
Framleiðslusniðgevi: Sámal Blak
biritafilm.com
Sosialir miðlar: @biritafilm