Býarskái á bókasavninum
Byrjar tann:
08. november 2025
Endar tann:
09. november 2025
Byrjar klokkan:
11:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
17:00
Býarskái verður sjálvandi eisini á Bókasavninum við Løkin.
Vit hava opið leygardagin kl. 11-18 og sunnudagin kl. 14-17
Vit hava søguløtur, spurnakapping, listaframsýning, kaffi og karamellur - og so fara vit eisini at gera væl umtóktu brosjurnar. So tað er lagamanni at koma og gera eina fitta jólagávu til eina ommu, systkinabarn ella onkran heilt annan.
Søguløtur eru leygardagin kl. 13 og 15.30 og aftur sunnudagin kl. 15.
Kl. 15.30 leygardagin lesur Conny søguna um dinosaurarnar sum hava eina svimjikapping. Hendan er tann søgan sum verður allarmest hugt aftir á Youtube á okkara kanal.
Kl. 17 leygardagin letur listaframsýningin við málningum við Anju Hentze upp. Øll eru vælkomin at síggja listaverkini sum koma at skapa hugnan til Jól við Løkin.
Vit gleða okkum at síggja teg!
Legg í álmanakka
Onnur tiltøk
08
november
2025
Býarskái á bókasavninum
08
november
2025
Søguløta á Býarskáanum
10
november
2025
Søguløta fyri vaksin
11
november
2025
STROYMDUR FYRILESTUR: Kunnu vit finna lív uttanfyri Jørðina?