STROYMDUR FYRILESTUR: Kunnu vit finna lív uttanfyri Jørðina?

Dagfesting:
11. november 2025
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Lív, sum vit kenna tað, krevur flótandi vatn, orku og margfaldu lívfrøðiligu mýlini sum gera lívsins byggisteinar - byggisteinar sum møguliga eru komnir úr rúmdini. Men hvat er lív? Kann tað blíva til upp á aðrar mátar? Kunnu vit finna lív uttanfyri Jørðina? Fyrilestur v/ Liv Hornekær og Kai Finster

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið. 

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

19
august
2025
Filmurin Heim kæra heim útsettur til 2. september vegna tekniskt brek
01
september
2025
Søguløta á Skála bókasavni
02
september
2025
Filmur: Heim kæra heim
10
september
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin