Søguløta fyri vaksin
Dagfesting:
10. november 2025
Byrjar klokkan:
17:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
17:30
Í sambandi við Norðurlendsku bókmentavikuna fara vit at hava eina søguløtu fyri vaksin mánakvøldið kl. 17. Hesa vikuna verða somu 2 bøkur lisnar upp í øllum Norðurlondunum og Baltisku londunum: "Andvake" hjá Jon Fosse og Ein hundur, ein ketta og ein mús hjá Bárður Oskarsson.
Unn Patursson, sum starvast sum bókavørður á Bókasavninum við Løkin fer at lesa føroysk brot upp úr Andvake hjá Nobel virðislønta Jon Fosse.
Kom á bókasavnið og tak tær av løttum við einum koppi av kaffi og einum bókmentaligum brellbita frá viðurkenda norðmanninum Fosse. Tað ber sjálvandi eisini til at taka sær binditoyið við. Vit tendra eitt ljós og savnast um norðurlendskar bókmentir - sjálvandi afturvið einum kaffimunni og karamellum.
Mikudagin verður søguløtan fyri børn - og tá fara vit at lesa bókina hjá Bárður Oskarsson "Ein hundur, ein ketta og ein mús".
Legg í álmanakka
Onnur tiltøk
07
november
2025
Filmur: ULTRAS!
08
november
2025
Býarskái á bókasavninum
08
november
2025
Familjufilmur: Palli Halaleysi
08
november
2025
Søguløta á Býarskáanum