Ævintýraferðin: Romeo og Julia

Dagfesting:
12. januar 2025
Byrjar klokkan:
15:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
16:00

Ævintýraferðin: Romeo & Julia fyri børn

Nú er aftur møguleiki hjá børnum og barnsligum sálum at uppliva Ævintýraferðina við Dánjali á Neystabø og Búa Dam. Hesaferð framføra teir kendu kærleikssøguna um Romeo og Juliu.

Við støði í leikinum hjá William Shakespeare og við tónlistarligum og leiklistarligum snildni fara Dánjal og Búi at siga børnum frá søguni um Romeo og Juliu. Á snediga hátt fara teir at geva føroyskum børnum innlit í tann fantastiska heimin, sum Shakespeare hevur skap, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan alheims skaldskap.

“Romeo og Julia" eftir William Shakespeare er ikki uttan orsøk partur av altjóða mentanar-arvinum. Rørandi søgan um Romeo og Juliu er uttan iva kendasta kærleikssøga nakrantíð. Tvey ung elska hvørt annað, men familjur teirra eru arvafíggindar. Vit fylgja teirra stríði fyri kærleikanum – fult av spentum løtum og stórum kenslum! Sum tá Julia, við sorg í hjartanum, rópar: "Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?" Ein klassisk søga, sum fer at fáa teg at flenna og kanska eisini fella eitt tár.

Leikurin varir uml. 50 mininuttir og er væl egnaður fyri børn, ið eru 3 ár ella eldri.

​Kostnaður 100 kr + 8 kr í avgjaldi. 

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

12
januar
2025
Ævintýraferðin: Romeo og Julia
14
januar
2025
Filmur: Babygirl
17
januar
2025
Barnafilmfestivalur
17
januar
2025
Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskógini