Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskógini

Dagfesting:
17. januar 2025
Byrjar klokkan:
14:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
15:15

Filmurin um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum í Løkshøll

Í sambandi við Barnafilmfestivalin verður teknifilmurin um Dýrini í Vallbakkaskóginum við føroyskari talu sýndur í Løkshøll. 

Vælkenda søgan, sum Thorbjørn Egner hevur skrivað, er frá fyrst í fimmtiárunum men hóskar eisini sera væl til dagsins samfelag við teimum avbjóðingum, sum vit øll noyðast at taka støðu til. Eitt nú at eta grønt og at hugsa øðrvísi. Og við vón um eitt rættvísari samfelag, har øll kunnu liva saman við hvørjum øðrum og ikki av hvørjum øðrum. 

Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir. 

Filmurin varir 1 tíma og 15 minuttir. Atgongumerki á 70 kr (+ 8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

12
januar
2025
Ævintýraferðin: Romeo og Julia
14
januar
2025
Filmur: Babygirl
15
januar
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
17
januar
2025
Barnafilmfestivalur