Barnafilmfestivalur
Í samstarvi við Filmshúsið er Løkshøll vertur fyri Barnafilmfestivalin, sum eru í døgunum 17. - 19. januar, men vit svikstarta við einari skúlasýning av Oscar tilnevnda animatiónsfilminum 'Úlvafólk'. Tað serstaka við sýningini er, at leikarar fara at ljóðseta (live-dubba) filmin við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spælir. Útvið 200 næmingar í 1.-4. flokki eru tilmeldaðir hesa spennandi sýningina.
Skráin fyri Barnafilmfestivalin er henda:
Fríggjadagin 17. januar
kl. 14.00 Klintrimús, almen sýning, atgongumerki á loksholl.fo
Leygardagin 18. januar
kl. 14.00 Ernest og Celestine (ókeypis), 5+ (80 min)
kl. 16.00 Belle Animé (ókeypis) - fyri tannáringar (121 min)
Sunnudagin 19. januar
kl. 14.00 Min klasse i Grønland, 9+ (30 min) & Alda (13 min) (ókeypis)
kl. 15.00 Mufasa leyvukongurin, almen sýning, atgongumerki á loksholl.fo