STROYMDUR FYRILESTUR: DNAið kring okkum
Dagfesting:
25. februar 2025
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti.
Djór, plantur og soppar leggja spor av DNA eftir sær í náttúruni - sokallað umhvørvisDNA. Hoyr um hvussu DNA í moldini, í vatninum og í luftini kann nýtast til at lýsa sløg og stovnar í okkara vistskipanum.
Fyrilestur v/ lívfrøðingi á Aarhus universiteti Philip Francis Thomsen
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilesrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.
Legg í álmanakka
Onnur tiltøk
12
januar
2025
Ævintýraferðin: Romeo og Julia
14
januar
2025
Filmur: Babygirl
17
januar
2025
Barnafilmfestivalur
17
januar
2025
Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskógini