Um okkum

Endamál hjá Frítíðarskúlanum

Endamálið hjá Frítíðarskúlanum við Stórá er, at barnið eftir lokna skúlatíð, hevur tryggar karmar og er undir uppsýni av vegleiðandi vaksnum. Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, við serligum atliti á teir socialu, persónligu og kreativu.
Í Frítíðarskúlanum ganga børn frá forskúlaaldri, til og við annan flokk. Hetta merkir at aldursmunurin er heilt frá 5 ár og til 8-9 ár. Tí er stórur munur á børnum og eisini stórur munur á, hvussu vit arbeiða við teimum ymisku aldursbólkunum.

Okkara mál sum starvsfólk

Okkara mál sum starvsfólk er at skapa Rúm og møguleikar fyri menning, spæli og læru á stovninum og úti í náttúruni. At geva børnunum mentunarligar, skapandi upplivingar í einum gerandisdegi við sjónligum karmum og nærverandi starvsfólki.

Børnini í Frítíðarskúlanum við Stórá skulu uppliva, at tann vaksni er umsorganarfullur og rúmar barninum og gevur hvørjum einstøkum barni pláss.