- Frítíðarskúlin er opin hvønn dag eftir skúlatíð til vit steingja kl. 17.00. Tó hevur frítíðarskúlin opið flestar skúlafrídagar hjá skúlanum frá kl. 07.30 – 17.00. 

- Hava børnini frí ella eru sjúk, skulu foreldur boða okkum í frítíðarskúlanum frá hesum. Boðini geva tit okkum við at ringja ella SMS’a á tlf. 237991.

- Um barnið hevur leikur við, átekur stovnurin/starvsfólk sær ikki ábyrgd fyri hesum. Heldur vilja vit leggja upp til, at børnini gera brúk av leikunum sum eru á stovninum.

- Børnini skulu altíð hava skiftiklæðir á stovninum. Tvs. skiftiklæðir frá innast til uttast + regnklæðir, drakt, stivlar, húgvu, hosur og handskar. 

- Kunning sum verður givin skúlanum um morgunin, á fundi ella á annan hátt, fylgir ikki við í frítíðarskúlan. Tí er sera umráðandi, at tit foreldur eisini geva frítíðarskúlanum neyðuga kunning, um tørvur er á tí og eisini senda okkum eitt sms um barnið er sjúkt ella hevur frí.

- Tann, ið avheintar barnið, skal boða starvsfólkinum á stovuni hjá barninum frá, at barnið nú fer heim.

- Barnið skal fara heim tá tit koma eftir tí. Tvs., at tit ikki skulu fara avstað aftur tí barnið ikki tímur heim, fyri síðani at koma aftur eftir tí seinni.

- Um barnið skal heim við einum øðrum barni/foreldri, skal avtala vera gjørd um hetta dagin fyri ella í góðari tíð og boða okkum á frítíðarskúlanum frá. Hesar avtalur skulu ikki gerðast tá tit eru komin eftir børnunum.

- Sjúk børn kunnu ikki koma á stovnin. Um barn tygara hevur fingið smittuberandi sjúku s. s. eygnabruna, lús, barnaorm, barnasár og tílíkt, hava tit skyldu til at boða frítíðarskúlanum frá, so øll kunnu blíva kunnaði um hetta.