Kunngerð um broyting av býarplani og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 5. november 2026 hevur samtykt broytingar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu og broytingar av býarplani fyri Skála og Skálafjørð.
Skálafjørður
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, soleiðis at nýggjur økispartur til skipan av grótbrotinum í Skálafirði kallaður, D50-vinnuøki.
Skálafjørður
Broyting av býarplani, soleiðis at grótbrotið í Skálafirði, matr. nr. 63, 548 og partar av matr. nr. 62c (uml. 3800 m2) og matr. nr. 64b (uml. 12.500 m2) tilsamans 34.000 m2, verður broytt frá E2-landbúnaður uttangarðs til D50-vinnuøki.
Broyting av býarplani frá E2 til D50 øki til vinnuøki
Skála
Broyting av býarplani soleiðis, at uml. 1.000 m2 av matr. nr. 507 verður broytt frá E1-landbúnaður innangarðs til B18-bústaðarøki.
Núverandi mynd
Nærmynd
F1 til B18
Broytingarnar í býarplani og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum 13. november til 7. desember 2026
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 4. januar 2027.
Runavíkar býráð
Seinastu tíðindi