Country konsert við Magna Christiansen í Løkshøll sunnukvøldið
30. oktober 2026
Gleðið tykkum til eitt hugnaligt og lívligt countrykvøld, tá væl kendi føroyski countrysangarin Magni Christiansen, saman við bólki og gestum, fer á pall í Løkshøll sunnukvøldið 1. nov. kl. 21.00.
Við síni eyðkendu rødd og kærleika til countrytónleikin bjóðar Magni okkum eitt kvøld við góðum løgum, kendum klassikarum og ektaðum countrystemningi.
Magni hevur í nógv ár verið eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum og hevur givið út eina røð av útgávum.
Atgongumerkir eru at fáa á heimasíðuni hjá Løkshøll
Kom og njót eitt ordans countrykvøld saman við Magna Christiansen!
Seinastu tíðindi
30. oktober 2026
Parkering í samband við móttøku fyri NSÍ í Borg leygardagin
30. oktober 2026
Stongt fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu
30. oktober 2026
Country konsert við Magna Christiansen í Løkshøll sunnukvøldið
30. oktober 2026
Kunngerð um undantaksloyvi til taðing