Kvøldskúlaskráin í Runavíkar kommunu er klár

14. september 2026

Nú ber til at kunna seg við, hvat Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu hevur at bjóða heystið, veturin og várið 2026/27.

Skráin er tøk á heimasíðuni www.kurk.fo. Á heimasíðuni ber til at lesa nærri lýsingar av øllum skeiðum.

Á skránni eru bæði væl kend og afturvendandi skeið, og skeið, ið annaðhvørt ikki hava verið á skránni áður, ella ikki hava verið á skrá seinastu árini. M.a. er Byrjanarskeið í seyming við Adelaid Olsen og Eyðvør Gudmundsson á skránni í vetur, eins og Motorlæra - dugnaskaparprógv í motorpassing við Poul Kristian Henriksen og Peturi í Króki, Gittarspæl fyri framkomin við Hera Joensen úr bólkinum Týr, Ljóðtøkni og tónleikaframleiðsla við Hans Poulsen, Enskt samrøðuskeið við Ana Frere úr Australia, Lesibólkur fyri børn við vaksnum við Sáru Mrdalo og Pálin Olsen, Trúarlæra við Meinhardi Bjartalíð, Glaslist fyri ung við Miriam Rasmussen og Kór við Rúna Rógvason Rasmussen.

Millum afturvendandi skeiðini eru Veving, Brodering, Møbilpolstring, Horn-, stein- og silvurarbeiði, Leirarbeiði, Glaslist, Klaverspæl, Gittarspæl fyri byrjarar, Solosangur, Hornorkestur, Boccia, Telving fyri børn, Dugnaskaparroynd í sigling, Føroyskt fyri byrjarar, Føroyskt teknmál, Koyrikort til prutl, Ættargransking, Binding og hekkling fyri byrjarar, Bachata fyri byrjarar, Fólkadansur fyri børn og vaksin, Evning og list fyri børn í 3.-5. flokki, Kvæði og føroyskur dansur og Byrjanarsvimjing fyri vaksin.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.kurk.fo frá 1. oktober kl. 18.00. Tá er best at sita klár/ur við telduna, tí avmarkað pláss er á øllum skeiðum. Skeiðini í leirarbeiði byrja longu 5. oktober, og seymiskeiðið byrjar 17. oktober, meðan flestu skeiðini byrja vikuna aftaná heystfrítíðina (t.e. frá 19. oktober). Nøkur styttri skeið byrja seinni í heyst, og uppaftur onnur verða aftaná nýggjár.

 

Um so er, at eitt skeið ikki fær nóg nógvar tilmeldingar, verður peningurin ikki trektur av kortinum hjá honum ella henni, ið hevur meldað seg til.

 

Endað verður í vár við einari kvøldskúlaframsýning og væntandi eisini einari kvøldskúlakonsert. Vónandi verður tað ein góður og gevandi kvøldskúlavetur aftur í ár.

 

Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081

Seinastu tíðindi

14. september 2026
Kvøldskúla­skráin í Runavíkar kommunu er klár
11. september 2026
Grundøki eystan fyri Líknargøtu í Saltangará til sølu
08. september 2026
Kunning frá Landsverk
04. september 2026
FM í súkkling runt Skálafjørðin