Oyggjaleikir á Skála

26. juni 2026

Hesi seinru árini eru stórar umvælingar gjørdar í Ítróttarhøllini á Skála – bæðin innan- og uttanveggja. Tað hevur leingi verið greitt, at ventilatiónsskipanin, ljósskipanin og hitaskipanin høvdu tørv á umvælingum og nýgerð. Nú oyggjaleikir vera í Føroyum í 2027, er ætlanin, at partar av leikunum vera á Skála, og í tí sambandinum valdi býráðið at gera neyðugu umvælingarnar soleiðis, at Ítróttarhøllin stendur mát við settu krøvini.

Seinrapartin í dag hittust borgarstjórin og umboð fyri El-Service P/F og Zacharis Leitisstein á Skála fyri at skriva undir sáttmálarnar. Hesi bæði feløgini høvdu lægstu tilboðini, El-Service tekur sær av ljósskipanini meðan Zacharis Leitisstein skal gera nýggja ventilatións – og hitaskipan. Býráðið samtykti eina eykajáttan við aðru viðgerð í gjárkvøldið við upphæddina, sum javnvigar við kostnaðin – slakar 4 milliónir krónur.

John Eli Olsen og Artur Johansen skrivaðu undir fyri ávikavíst El-Service og Leitisstein.

Seinastu tíðindi

15. juli 2026
Nýggj heimasíða til nýggjar borgarar í Runavíkar kommunu
15. juli 2026
Vit basa rottu saman
13. juli 2026
Kommunuskrivstovan í summarfrí
09. juli 2026
Laksatorgið verður leygar­dagin