Ein má kenna reglarnar – fyri at kunna bróta tær við skili.

19. apríl 2026

Røða, sum Petur Hansen helt til setanina av Mentanarvikuna.

Ein mentan er ikki ein statisk eind.
Ein mentan er, í sínari náttúru, ein samansett og livandi eind, ið rørist og tillagar seg eftir rørslum innaniífrá og uttanfrá.

Ein mentan, sum ikki flytir seg, hon doyr spakuliga burtur. Soleiðis er lívið – broytingar koma, um vit vilja tað ella ei.

Men tað merkir ikki, at vit skulu sleppa øllum leysum. Tað einasta vit veruliga ráða yvir, er tað vit gera í dag – og hvørja mentan vit velja at føra víðari.

Mentanir kring allan knøttir, eru sera ymiskar. Ymiskir eginleikar verða mentir og stimbraðir.
Eginleikar vit menniskju altíð hava verið hugtikin av, eru teir hjá fuglunum. Serliga flytifuglurin, ið ferðast til fjarskotin lond, og vendur heimaftur á hvørjum ári.

Hvussu í allari víðu verð finna teir vegin fram?
Uttan kumpas og uttan nakað peila eftir? Og heilt uttan nakran GPS.

Hetta verður hildið at vera ein eginleiki, sum vit menniskju ikki hava.
Men tað finnast menniskju, sum duga óvanliga væl júst hetta. Til dømis Kuuk Thaayorre-fólkið í Australia. Har hava tey eina heilt serliga mentan, sum millum annað sæst í málinum – tí tey brúka ikki vinstru og høgru. Frá barnsbeini av menna tey ein eginleika, at altíð at kenna sína knattstøðu – sína egna innbygda “GPS”.

Og kanska er tað júst tað, mentan kann.
Hon kann styrkja tað, sum longu býr í okkum.

Vit føroyingar hava eisini okkara serligu eginleikar. Eitt fjarskoti samfelag sum okkara, setir síni krøv til fólkið ið her býr.

Vit mugu finna okkara egna máta at gera tingini.
Og vit síggja millum annað, innan vinnu og ítróttin, at Føroyar klára seg væl betri, enn eitt so lítið land, statistiskt sæð, átti at megnað.

Okkara lítla oyggjasamfelag sær á hvørjum ári okkara egnu “flytifuglar” fara á flog. Ung ágrýtin fólk fara út í heim. Tey nema sær vitan, royna nýggjar siðir. Og vit eru so vælsignaði, at fleiri teirra finna heimaftur til klettarnar. Við sær hava tey siðir og vitan, sum vit sum tjóð kunnu læra av.

Men – her kemur tað sum hevur týdning:
Ein má kenna reglarnar – fyri at kunna bróta tær við skili!

Taka vit siðvenjur uttanífrá og bara kopiera tær, so verður tað mangan til, ein tunnan kopp av te. Men seta vit tað nýggja saman við tí, vit longu hava, so kann okkurt heilt nýtt, sermerkt og spennandi spyrjast burturúr.

Mentanarvikan er júst tað!
Her møtist gamalt og nýtt.
Siðvenjur og nýskapan.
Vit síggja fornar lutir – og nýggja tøkni.
Vit síggja tað, vit kenna – og tað, sum flytir okkum eitt sindur víðari.

Sjálvur standi eg her í einari troyggju, sum er uppkallað eftir abba mínum, Petur. Eitt gamalt mynstur, tillagað av fastur mínari Dagmar, og í dag er troyggjan partur av framkomnu fyritøkuni Navia – ið á sín egna hátt, førir hesa siðvenju víðari.

Runt í býnum síggja vit, hesar dagarnar, vakrar føroyskar bátar.
Í tí sambandið varð ein skipstroyggjukapping útskrivað.
Ikki færri enn 30 troyggjur komu inn til kappingina.

Ein segði mær, at tað var onki problem, at føroyska troyggja skriðar – tað er bara eitt slag av føroyskum akupunkturi. Soleiðis kann ein siðvenja úr fjareystri fáa føroyskan ham.
Hetta er føroyskur siðarvur í fullum blóma og prógv um eina livandi mentan!

Vit skulu læra av fortíðini og halda fast. Men eisini tora at broyta og endurnýggja.
Tá fáa vit eina mentan, sum ikki bara yvirlivir – men trívist.

Men ongin mentanarvika kemur av sær sjálvum. Hon krevur áræði, forvitni – og eitt sindur av dirvi.

Eg vil tí takka øllum teimum mongu, ið skipað fyri tiltøkum kring alla kommununa.
Og ikki minst Visit Runavík og starvsfólkunum hjá Runavíkar kommunu, sum ótroyttilig, ár eftir ár, skipað fyri einari Mentarnaviku, til okkum øll at njóta gott av.

Við hesum orðum vil eg seta Mentanarvikuna 2026.
Og ynskja øllum eina góða mentanarviku.

Seinastu tíðindi

28. apríl 2026
FØROYSK FRUMSÝNING - Eldur vatn jørð luft
26. apríl 2026
Aftanfyri skýggini lýsa stjørnur­nar altíð
25. apríl 2026
Flaggdagsrøða í Runavík 25. apríl 2026
25. apríl 2026
Tað gongur um fliðuna