Jólaskipið kemur á Runavík sunnudagin
18. desember 2025
Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík sunnudagin 21. desember kl. 16:30.
Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til grøna økið við Løkin. Ein pallur er uppsettur nærindis, har jólamennirnir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini.
Í samband við at jólaskipið vitjar, verður eingin gjøgnumkoyring har Gulasteinsvegur og Fjøruvegur møtast og omaneftir Mylnuvegnum frá Heiðavegnum frá kl. 16:15-16:45 sunnudagin 21. desember.
Flestu handlar í økinum hava opið til kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Visit Runavík
Seinastu tíðindi
15. desember 2025
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
18. desember 2025
Jólaskipið kemur á Runavík sunnudagin
18. desember 2025
Ongin gjøgnumkoyring á Leitisvegi
17. desember 2025
Broyting í innsavning