Kunngerð um undantaksloyvi til taðing

31. oktober 2025

Ytri miðhagi, matr.nr. 543, Skála hevur fingið undantaksloyvi til taðing frá 31. oktober 2024 til og við 30. november 2024 til 400m3 av biogasstøðum frá Førka. 

Ábyrgdarin er Jógvan Christiansen.

Talan er um eitt øki fram við vegnum millum Skála og Skálafjørð.  Økið er frá rættini í Innara midhaga og suður til Akkersvík. Øki er 4km langt og 40m breitt, og liggur fram við landsvegnum báðum megin.  

 

 

 

 

 

 

Matr.nr. 13a í Oyndarfirði hevur fingið undantaksloyvi til taðing frá 27. oktober 2025 og fram til 1. desember 2025 til 80 tons av biogasstøðum frá Førka og 40 tons av seyðatøum. Økið, sum verður taðað, er í høvuðsheitum fram við landsvegnum.

Ábyrgdarin er Dan M. Olsen.

 

Undantøkini eru latin við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

 

Av tí at hetta er undantaksloyvi, verður áherðsla lagt á §8 stk. 1-3 í taðingarkunngerðini:

§ 8. Loyvt er ikki at taða soleiðis, at tøðini beinleiðis seta í áir, løkir, vøtn, tjarnir, á strondina ella á sjógv.

Stk. 2. Loyvt er ikki at taða í regni, tó er loyvt at taða í sirmi.

Stk. 3. Loyvt er ikki at taða, tá lendið er fryst ella tá kavi liggur.

Seinastu tíðindi

21. november 2025
Bátur á Lambareiði – hvør eigur?
21. november 2025
Ferðslan verður tarnað
19. november 2025
Heilsu­tænastur flyta
18. november 2025
Kunngerð um undantaks­loyvi til taðing