Nøkur fá pláss eftir til kvøldskúlaskeiðið Dugnaskaparroynd í sigling

24. oktober 2025

Enn eru nøkur fá pláss eftir til nøkur av skeiðunum, ið eru í Kvøld- og ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu henda veturin. Eitt teirra er skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling, ið endar við próvtøku.

Prógvið gevur rætt til at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Harumframt eru kravdu lærugreinirnar í skeiðnum siglingarlæra, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæra. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara, og skeið í VHF er eisini íroknað. Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin, ið verður í mars 2026.  

Undirvíst verður týskvøld og mikukvøld í skúlanum á Skála. Undirvísarar verða Andre F. Danielsen og Anton Højgaard. Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við annan teirra. Tilmelding fer fram á www.kurk.fo, og freistin at tekna til er longd til sunnudagin 26. oktober kl. 18.

 

Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu

Seinastu tíðindi

24. oktober 2025
Nøkur fá pláss eftir til kvøldskúla­skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling
16. oktober 2025
Ruskplássið í Funningi
14. oktober 2025
Føroya Styrkisamband og Runavíkar kommuna í samstarvi um styrkiítrótt
10. oktober 2025
Løkshøll og bókasavnið í heyst­feriuni