Løkshøll og bókasavnið í heystferiuni

10. oktober 2025

Nógv spennandi og fjølbroytt verður á skránni í Løkshøll og á Bákasavninum við Løkin í heystferiuni.

Mánadagin 13. oktober kl 16.30 verður søguløtu á pólskum máli á bókasavninum

Týskvøldið 14. oktober sýnir Løkshøll virðislønta filmin 'Mjólkarutan', ið er ein hjartanemandi og erlig vangamynd av einum sárbærum ungum manni á veg inn í vaksnamannalívið.
Hetta sama týskvøldið verður Etisk kvøldseta hildin á Bókasavninum við Løkin í samstarvi við Føroya Fólkaháskúla um evnið demokrati.

Mikukvøldið 15. oktober verður filmurin 'Seinasti víkingurin' sýndur. Hetta er nýggjasti skemtifilmurin hjá Anders Thomas Jensen við m.a. Mads Mikkelsen og Nikolaj Lie Kaas í høvuðsleiklutunum.

Og hóskvøldi 16. oktober verður konsert við Eli Tausen á Lava. Hetta er ein solo klaver konsert, ið er ein lítlan tíma til longdar og vit bjóða ein drekkamunn aftaná. 

Frá mánadegnum hevur Bókasavnið við Løkin tilfar liggjandi frammi til at gera vakrar blaðkransar. Møguleiki er at klippa bløð út í heystligum litum og líma tey á papptallerkar - og síðani verður líma eitt silkiband á at hanga kransarnir upp við.
Hetta verður hvønn dag í heystfrítíðini. Øll eru hjartaliga vælkomin
Bókasavnið hevur opið allar dagar frá kl. 13.00-18.00 og leygardagar kl. 11.00-16.00

Les meir um filmarnar og konsertina á heimasíðuni hjá Løkshøll
Og les meir um tiltøkini á bókasavninum við Løkin 

Seinastu tíðindi

10. oktober 2025
Løkshøll og bókasavnið í heyst­feriuni
09. oktober 2025
Vatnveiting á Skálavegi og Gamlavegi
08. oktober 2025
Enn eru pláss fyri tilmeldingum til skeið í kvøldskúla­num veturin 2025/­26
06. oktober 2025
Broytingar í innsavningini