Enn eru pláss fyri tilmeldingum til skeið í kvøldskúlanum veturin 2025/26

08. oktober 2025

Nú er ein vika farin, síðani tað bar til at melda seg til skeiðini, ið eru á skránni í Kvøld- og ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu heystið, veturin og várið 2025/26.

Sum vanligt vórðu fleiri skeið útseld eftir lítlari løtu, og onnur vórðu útseld, tá ið nakrir dagar vóru farnir. Enn eru tó pláss á fleiri spennandi skeiðum, og til ber at kunna seg við hesi skeið á www.kurk.fo. Á heimasíðuni ber til at lesa stuttar lýsingar av øllum skeiðunum, og eru ivamál, kunnu fólk venda sær til teir ávísu undirvísararnar. Nøvn og telefonnummur eru upplýst. Til hornorkestur og fólkadans fyri børn og foreldur er ikki neyðugt at tekna seg.

Skeiðini, har pláss enn er fyri tilmeldingum, eru: glaslist 3, 4 og 5, boccia 1 og 2, telving fyri børn, dugnaskaparroynd í sigling, føroyskt fyri byrjarar, føroyskt teknmál, koyrikort til prutl, ættargransking, binding og hekkling fyri byrjarar, ljóð- og ljóstøkni, bachata fyri byrjarar, , evning og list fyri børn í 2.-4. flokki, kvæði og føroyskur dansur, fuglar í nærumhvørvinum, svimjing fyri vaksin og kambucha-brygging.

Í fleiri førum eru bert heilt fá pláss eftir, so vilt tú tryggja tær pláss, er at gera skjótt av. Flestu skeiðini byrja vikuna aftaná heystfrítíðina (t.e. frá 20. oktober), nøkur styttri skeið byrja seinni í heyst, og uppaftur onnur verða aftaná nýggjár. 

Spjaldur
Til ber at rinda fyri kvøldskúlan við Spjaldrinum. SPJALDUR fevnir um øll børn og ung frá 0 ár og til teirra, sum fylla 18 ár í kalendaraárinum. Foreldur/verjar hava fingið brúkaranavn og loyniorð sendandi til hesa umsitingarsíðuna. Nýt avsláttarkotuna SPJALDUR, tá tú rindar fyri kvøldskúlaskeiðið. Far síðani inn á spjaldur.runavik.fo og rinda ta upphæddina við Spjaldrinum, sum kvøldskúlaskeiðið kostar. 

Vónandi verður tað ein góður og gevandi kvøldskúlavetur aftur í ár. 

Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081 

Seinastu tíðindi

10. oktober 2025
Løkshøll og bókasavnið í heyst­feriuni
09. oktober 2025
Vatnveiting á Skálavegi og Gamlavegi
08. oktober 2025
Enn eru pláss fyri tilmeldingum til skeið í kvøldskúla­num veturin 2025/­26
06. oktober 2025
Broytingar í innsavningini