
Fá pláss eftir til skeið í kvøldskúlanum veturin 2025/26
Í komandi viku byrja flestu skeiðini, ið eru á skránni í Kvøld- og ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu veturin 2025/26. Fleiri skeið eru útseld, men enn eru pláss á fleiri spennandi skeiðum, og til ber at kunna seg við hesi á www.kurk.fo. Skeiðini, har pláss enn er fyri tilmeldingum, eru: glaslist 3, 4 og 5, boccia 1 og 2, telving fyri børn, dugnaskaparroynd í sigling, føroyskt fyri byrjarar, føroyskt teknmál, koyrikort til prutl, ættargransking, binding og hekkling fyri byrjarar, ljóð- og ljóstøkni, bachata fyri byrjarar, list og evning fyri børn í 2.-4. flokki, kvæði og føroyskur dansur, fuglar í nærumhvørvinum, svimjing fyri vaksin og kombucha-brygging. Í fleiri førum eru bert heilt fá pláss eftir. Flestu skeiðini byrja vikuna aftaná heystfrítíðina (t.e. frá 20. oktober), nøkur styttri skeið byrja seinni í heyst, og uppaftur onnur verða aftaná nýggjár.
Spjaldur Til ber at rinda fyri kvøldskúlan við Spjaldrinum. SPJALDUR fevnir um øll børn og ung frá 0 ár og til teirra, sum fylla 18 ár í kalendaraárinum. Foreldur/verjar hava fingið brúkaranavn og loyniorð sendandi til hesa umsitingarsíðuna. Skriva avsláttarkotuna SPJALDUR, tá tú rindar fyri kvøldskúlaskeiðið. Far síðani inn á spjaldur.runavik.fo og rinda ta upphæddina við Spjaldrinum, sum kvøldskúlaskeiðið kostar.
Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081
Seinastu tíðindi



