
Kvøldskúlaskráin í Runavíkar kommunu veturin 2025/26 er klár
Nú ber til at kunna seg við, hvat Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu hevur at bjóða heystið, veturin og várið 2025/26.
Í ár verður skráin ikki prentað og send út í øll hús í kommununi, men er tøk á heimasíðuni www.kurk.fo. Á tann hátt verður spart upp á pappír og útbering. Á heimasíðuni ber til at lesa stuttar lýsingar av øllum skeiðum, og eru ivamál, kunnu fólk venda sær til teir ávísu undirvísararnar. Nøvn og telefonnummur eru upplýst.
Á skránni eru bæði væl kend og afturvendandi skeið sum veving, brodering, møbilpolstring, horn-, stein- og silvurarbeiði, leirarbeiði, glaslist, klaverspæl, gittarspæl, solosangur, hornorkestur, boccia, telving fyri børn, dugnaskaparroynd í sigling, føroyskt fyri byrjarar, føroyskt teknmál, koyrikort til prutl og ættargransking, men har eru eisini fleiri nýggj skeið, so sum binding og hekkling fyri byrjarar, ið Sára Mrdalo stendur fyri, ljóð- og ljóstøkni, ið Johannes Steingrund stendur fyri, bachata fyri byrjarar, ið Sharon Sivertsen stendur fyri, fólkadansur fyri børn og foreldur, ið Sharon Weiss og Kristian Blak standa fyri, evning og list fyri børn í 2.-4. flokki, ið Vanja Justinussen Kovacs og Elsa Maria Hermundsdóttir Højgaard standa fyri, kvæði og føroyskur dansur, ið Jónleif Johannesen stendur fyri, fuglar í nærumhvørvinum, ið Silas Olofson stendur fyri, svimjing fyri vaksin, ið Sonya Pratt stendur fyri, og kambucha-brygging, ið Felisia Helmsdal stendur fyri.
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni kurk.fo frá 1. oktober kl. 18.00. Tá er best at sita klár/ur við telduna, tí avmarkað pláss er á øllum skeiðum. Flestu skeiðini byrja vikuna aftaná heystfrítíðina (t.e. frá 20. oktober), nøkur styttri skeið byrja seinni í heyst, og uppaftur onnur verða aftaná nýggjár.
Endað verður í vár við einari kvøldskúlaframsýning og væntandi eisini einari kvøldskúlakonsert. Vónandi verður tað ein góður og gevandi kvøldskúlavetur aftur í ár.
Kvøldskúlaleiðarin, tlf. 237081
Seinastu tíðindi



