
Jørðin var oyðin og ber
Røða, tá ið mentanarvikan 2025 var sett í Gulu smiðja seinrapartin í dag
Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina, og jørðin var oyðin og ber, myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá yvir vøtnunum. Verkið, ið var ætlað sum okkara og annara fundament, var skapað eftir so stuttari tíð, at Hann hin sjeynda dagin kundi hvíla yvir fullgjørda verki sínum. Við nógvum millumrokningum stóðu vit nú á markinum millum náttúru og cultura. Tað skapta og tað sum skuldi fáast burturúr tí skapta. Nú átti menniskjan næsta leikin, sum í fyrstu atløgu snúði seg um at colera – at kultivera – jørðina. Hálvi rituvíkskingurin Jens Eli Ellefsen sigur tað so serliga væl í sanginum ”Nú sólin særsøkir hav”: ”Kempur so seigar, løgdu inn teigar úr haga til grønkandi bø. Harðvunnar hendur – garðurin stendur við klípum frá hæddum í støð. Her stóðu teir kropnir við haka í hond, teir saksaðu, veltu og gróvu. Treiskir teir bygdu á kroppinum land, meðan sólin sær søkir hav.” Í fyrstu syftu snúði tað seg um at breyðføða mannaættinaúr veltum teigum, men seinri fekk orðið kulturur ein meiri víðfevndan týdning, og uppaftur seinri fóru føroyingar at tosa um mentan.
Rímiliga væl er komið burturúr hjá okkum, serliga síðan vit gjørdust tilvitað um okkara serstøðu í heiminum. Romantiskt tjóðskaparrák, saman við knáum undanfólkum, bjargaði okkum málinum, og úr hesum vaks mentanin. Í kvæðunum var orðfeingið, goymslan, sum oyst varð burturúr. Til alla lukku. Í dag ber til at staðfesta, at vit eiga okkara egna mál og okkara egnu mentan.
Endabrakið fyri einum ári síðan, táið mentanarvika varð hildin í kommununi, var konsertin hjá kenda troubadourinum Bjørn Eidsvåg úr Noregi. Ein løta sum fáur gloymir, og serliga viðkomandi kendist sangur hansara undir heitinum ”Eg ser”. Hann var ein á LP-plátuni Passe gal sum kom á marknaðin í 1983, og snýr seg um at taka ábyrgd fyri egnum lívi og deyða. Hann sigur m.a. nakað soleiðis: ”Síggi at tú ert móð, men eg kann ikki ganga øll fetini fyri teg, tú mást ganga tey sjálv, men eg kann ganga undir liðini á tær – og eg síggi at tú ætlar at blaka frá tær, men eg fái ikki livað lívið fyri teg. Tú mást liva lívið sjálv, men eg kann liva saman við tær.”
Vælferðarsamfelagið – onkuntíð rópt hitt samhaldsfasta samfelagið – stendur ikki uppi, tí at vit royna at krøkja okkum uppí onkran annan. Á sama hátt er tað við máli og mentan. Her mega øll áhaldandi laða upp í varðan. Bara tí at øll gera sítt ýtarsta, eiga vit eitt framkomið samfelag, sum eisini megnar at taka sær av teimum, ið ikki komu so væl undan og harvið formáa sær minni. Lívið er kompliserað, tað krevur eina materiella og eina immateriella undirstøðu. Steinar verða ikki breyð, ella sum Jesus, vísandi aftur til fimtu Mósebók 8;3, svarar djevlinum í Lukasi 4;4: ”Skrivað stendur: ”Menniskjan livir ikki av breyði eina.” Okkara torgreidda lív er kravmikið, vit hava tørv á verðsligari føði, men lat ongan iva vera um, at tað, sum sál og vit eisini hava tørv á, er mentan – kulturur í øllum brigdum.
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu hevur nógv ár á baki, og hon var hin fyrsta í landinum av sínum slag. Nógvur máttur er hesi seinru árini lagdur í til tess, at hon skal røkka so væl sum gjørligt kring um alla kommununa – allar tær 15 bygdirnar, sum í samvirknaði eru kommunan. Av Tinghellu norður á Førjaklett.
Tað verður ofta sagt, og tað kundi meiri enn so verið, at tað var nazisturin Hermann Göring sum átti orðini: ”Hoyri eg orðið kultur nevnt, so spenni eg hamaran upp á revolvara mínum.” Sannleikin er kortini, at orðini vera søgd í einum sjónleiki hjá týskaranum Hanns Johst í 1933 – sama árið sum Adolf Hitler gjørdist kanslari. Har varð alt foykt burtur sum ikki stuðlaði undir kósina hjá politiska flokki og kumpanum hansara. Triðja ríkið skuldi gerast túsundáraríkið við føraranum sum frelsara. Tey sum løgdu, ella vóru hildin at leggja, fótonglar fyri ætlanum teirra, komu seinri upp sum guva úr skorsteinunum í týningarlegunum. Bøkur vóru brendar og totalur censurur knæsettur. Frælsi tankin skerdur í ólukkumáta. Í hesum døgum fyri 80 árum síðan var hesin devulskapurin settur skák í mát, og í hesari vikuni ber til at síggja, hvussu leikur fór undir seinru styrjøldini um okkara leiðir – í Søldarfirði.
Væl av stivlatrampi er aftur at hoyra víða hvar í okkara tíð. Autokratarnir taka seg fram. Fara illa við sínum egna fólki, gera seg inn á suverenar grannastatir og tað ringasta er, at tendensirnir eisini eru farnir at stinga hógvarnar fram í samveldisríkinum USA – einaferð verjan hjá frælsa og demokratiska heiminum. ”Flooding the zone” er eitt hugtak, tað ræður um at halda ferðini á dekretum og fráboðanum so nógva, at ongin ánar hvat ið vendir upp ella niður. Gamla Silicon Valley kreddan ”move fast and break things” hevur góðar dagar, og onkustaðni hóma vit gamla politiska sjefarkitektin Steve Bannon, við herrópinum ”muzzle velocity”. Alt ræður um ferðina, táið patrónin sleppur byrsumúlanum. Oys fólkið undir við so nógvari informatión, við ivasamum tæri, at tað ikki hevur stundir at skilja ímillum korn og dumbu. Amerikansku techmogularnir stjórna einum stórum parti av heimsins samskifti, og teir sótu sum vera man á fremsta beinki hendan dagin, Dúnaldur varð valdur forseti. Mark Zuckerberg, Sundar Pichai, Elon Musk og Jeff Bezos, - hann sum keypti journalistiska skansan Washington Postfyri 12 árum síðan. Hann intervenerar nú redaktionelt, og tað seinasta sum hendi er, at keiputeknarin Ann Telnaes er farin úr starvi, eftir at Bezos steðgaði einum karikaturi,har ið techbarónarnir liggja krúpandi fram eftir rommumfyri Donaldi John Trump. Framsagnarfrælsi er í vanda og sprækin mentan avmarkað - tað boðar av sonnum ikki frá góðum, um USA endar sum ein autokratiskur rimaleysur hjallur, har gjósturin frá frælsa tankanum er útihýstur.
Tað ræður um at vera á varðhaldi, men ikki bara, tað ræður so sanniliga eisini um at dubba afturímóti rákum sum hesum. Um at varðveita og menna mentanarligu undirstøðuna. Tað skal gerast hvønn hin einasta dag, og onkuntíð hava vit tørv á størri átøkum sum einari mentanarviku. Vit hava tørv á at síggja og hoyra avrikini hjá okkara mentanar-arbeiðarum, á at hitta fólk við sama áhuga og at konversera við onnur um okkara egnu virðir.Mentan er so nógv og harvið er ein einfald lýsing av fyribrigdinum trupul. Hinvegin er tað greitt, at hon sprettur úr samskiftinum millum manna. Úr kvæmum menniskjaviti. Í lívd av føroyskari mentan hava vit ment okkum til eitt samfelag við ansingar- og frálærustovnum frá vøggustovum til Fróðskaparsetur. Frá føroyska dansinum til symfoniorkestur og frá kvæðunum til skaldskap í ymsum brigdum. Mangan hevur hetta verið ímóti øllum odds. Kom at hugsa um hetta, táið vit í kirkjuni í gjár sungu frábæra sálmin hjá Grundtvig í týðingini hjá mínum gamla religiónslærara Axeli Tórgarð:
Ei tann lýggja summardag
nældi tú, har blómur pranga,
ei sum liljan silvurblað
fekst tú og sum rósan anga.
Men tá vetraródn er hørð,
sprettur tú úr køldu jørð,
gleðir einans tann, ið skoðar
teg og minnist tað, tú boðar.
Skráin fyri mentanarvikuna er ein symfoni, sum illa kann beskrivast – hon má upplivast. Tað var ikki meiri enn at lok var lagt á vikuna í fjør, so fór toymið av nýggjum undir at fyrireika vikuna í ár. Tað hevur verið stimbrandi og áhugavert at vera partur av hesum arbeiði, og stóra tøkk eiga tit sum hava lagt rygg, vøddar og vit til prosessina. Sjáldan hugað hava tit verið, og kvæmu antennurnar eru stútt og støðugt farnar eftir kvalitetinum.Tað sæst aftur.
Tað er vónleyst at taka nakað burturúr skránni, men tilvildarliga valt kundi eg nevnt tríggjar lutir:
• ”Vátt da fokk” týskvøldið kl. 19 í Løkshøll. Pallborðsorðaskifti har ið sjóneykan verður sett á hvørja ávirkan útlendsk tunga hevur á tað føroyska málið. Afturvendandi er málspurningurin tikin fram á fundum í mentanarvikuni hesi seinru árini. Tað var hildið neyðugt, nú ávirkanin uttaneftir ongantíð hevur havt rúmari ræsur enn tað sama. Í pallborðinum sum Solby Christansdóttir fer at stjórna sita: Marius DC, Theodor Eli Dam Olsen, Óluvá Klettskarð og Sirið Stenberg.
• Jørgen-Frantz Jacobsen 125 ár. Í Løkshøll sunnudagin kl. 16. Hóast hann doyði av bróstsjúku bert 37 ára gamal, so er hann millum kendastu rithøvundar okkara. Umframt so nógv annað skrivaði hann skaldsøguna ”Barbara”, sum er ein klassikari, og sum í sínari tíð var av mest seldu bókum. Hon er týdd til meiri enn 20 tungumál og kykmyndað tvær ferðir.Gitið er eisini brævaskiftið millum hann og vin- og skyldmannin William Heinesen, sum Sprotin gav út í tveimum bindum fyri nøkrum árum síðan. Hann var nógv á Glyvrum, har ið hann átti skyldfólk, omma hansara var úr Niðristovu, forrestin systir langabba mín á Langanesi, og ein av nógvum passasjum íbrøvunum er hendan: ”Men dagen efter kom der igen regn, - og således måtte jeg dag ud og dag ind holde mig indendørs. Dette havde været frygteligt, hvis det netop ikki var i Rasmus´ for mig så velkendte satiriske hus. Jeg kedede mig langtfra, jeg beundrede det udmækede humoristiske håndelag disse glibrianere har. Det er aldeles gået dem i blodet. Hele deres fremstillingsmåde er så ganske udmalende satirisk, at næsten hver sætning er, - om ikke et guldkorn, så et sølvgran. Og hvad der ikke er frivilligt, er ufrivilligt komisk – for mig der som sædvanligt er hamsunsk indstillet. Og for resten så morede jeg mig med at skrive nogle småting, - som f.eks. beskrivelsen af min rejse ind til Glyvrar og enkelte andre ting. Og således gik tiden muntert og behageligt.”
Og tað var ikki meiri enn at hann var komin til Havnar aftur, so kom hann innaftur á Glyvrar við mjólkabátinm, tí sum hann skrivar: ”Tórshavn var mig alt for uudholdelig.”
Ein privatur bólkur fyrireikar at seta Jørgen-Frantz Jacobsen eitt minni, og hetta frætta vit meiri um á fundinum sunnudagin.
• Gongutúrur og frágreiðing við Prestá og Ytra Skála. Leygardagin kl. 14.
Viderø skrivar í Saga Skála, at: ”Um sextanda aldamót var kirkja á Skála. Helst hevur hon verið til har framman undan, vera má longu fyrir trúbótina. Men Ormur bóndi sýnist ikki at hava verið kirkjumaður.
Bygdin var tá teir báðir býlingarnir við ta stóru ánna, Sjóvartún og uppi í Horni, sum var longur uppi. Men fyrst í seytjandu øld hljóp áin. Tað var ein sunnudag, meðan alt fólkið var í kirkjuni, sum alt fórst ásamt kirkjuni. Húsini í Sjóvartúni fórust illa.
Einans ein maður bjargaðist. Tað bar til á tann hátt, at hundurin hjá honum kom inn í kirkjuna. Maðurin fór eftir honum og leiddi hann heim. Tess á millum hljóp áin.”
Tað er við óvanligum eldhuga og ósjálvsøkni, at skálafólk við Tummasi M. Jacobsen á odda hava kultiverað økið kring um Prestá og Ytra Skála til eina oasu, ja, eina perlu, sum er eitt satt prýði fyri bygdina, kommununa og alla tjóðina. Leygardagin fara Tummas Mikal og fólk frá Tjóðsavninum at greiða frá fornfrøðiligum kanningum í økinum. Kaffi og vaflur vera at fáa við Pestá eftir túrin.
Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina, og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá yvir vøtnunum. Takk eiga tey sum lótu jørðina við Prestá til endamálið, soleiðis, at økið kundi kultiverast til ein hin vakrasta blettin í landinum. Talið av teimum nógvu vitjandi úr øllum landinum er ikki skrásett og heldur ikki ólønta tímatalið hjá eldhugaðum skálafólki.Hevur tú staðið yvir leiði hansara í Arlington kirkjugarðinum, so slepst ikki undan at hugsa um kendu orðini hjá John F. Kennedy: "Ask not what your country can do for you - ask what you can do for your country.”
Soleiðis byggja vit land, við at hvør einstakur eftir førimuni laðar upp í tjóðarvarðan hjá okkum øllum. Spyr ikki hvat ið hitt almenna ella kommunan kann gera fyri meg, men heldur hvat ið eg kann gera øvuta vegin.
Leikum fagurt á foldum,
ongin treður dansin undir moldum.
Við hesum orðum er Mentanarvikan 2025 drigin av lunnum.
Seinastu tíðindi



