Vaktarskifti á Heiðavegi 26

05. apríl 2025

Borgarstjórin verður burturstaddur í kommunalum arbeiðsørindum ta næstu vikuna (vika 15), og Tóri Højgaard verður virkandi borgarstjóri hetta tíðarmálið.
 
Tóri var fyrstu ferð valdur í býráðið í 2020 við 123 atkvøðum á lista A, og á valinum í 2024 fekk hann 158 atkvøður á sama lista og gjørdist varaborgarstjóri, táið nývalda býráðið skipaði seg fyri nýggja valskeiðið. Hann er annars formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini og næstformaður í fíggjarnevndini.
 
Tóri er giftur Sunnivu og tey eiga børnini Dávid, Christian, Filip, Ádam og Lisbet.
 
Tóri var borin í heim hin 1. november í 1985. Hann er úr báðum leggum slektaður úr Rituvík og býr í bygdini. Eftir at hann hevði fingið miðnámsprógv í 2005, virkaði hann í eitt tíðarmál í fjarskiftisvinnuni, áðrenn hann í 2009 valdi at fara til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði. Eitt skifti starvaðist hann hjá útvarpsrásini R7 í Saltangará, og eftir at hava verið í starvi hjá Skráseting Føroya og í Mentamálaráðnum - sum løgfrøðingur - hevur hann síðan 1. februar 2022 verið stjóri á Dátueftirlitinum, sum heldur til í Saltangará.

Seinastu tíðindi

07. mai 2025
Stina Ekblad og Anna Kruse Trio á vitjan í Løkshøll
05. mai 2025
Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtykt­ini fyri Runavíkar Kommunu
29. apríl 2025
Broytingar í innsavning
26. apríl 2025
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini eru funnir