Dagstovnar í Runavíkar kommunu við í norðurlendskum lesiátaki

10. februar 2025

Pippi, Mumi og, Klintrimús. Tað eru bara tríggir av dýrgripunum í norðurlendsku barnabókmentunum, sum gjøgnum árini hava hugbundið bæði børn og vaksin. Men eisini hava hesi knýtt okkum saman í ein norðurlendskan felagsskap. Og komandi tíðina fara børnini á dagstovnunum í Runavíkar kommunu at møta einum nýggjum ættarliði av norðurlendskum barnabókmentum. Stovnarnir í kommununi eru nevniliga við í norðurlendskum átaki, sum koyrir í útvaldum kommunum í Noregi,  Svøríki og Føroyum. 
Tað er Føroyar lesa, sum stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini.


Talan er um eitt lesiátak sum eitur Bókabyrjan, og samantvinnar hetta dagstovnar og lokalu heilsufrøðingar hjá Gigni.

Lesiátakið hevur tvey høvuðsendamál: Málmenning og norðurlendskar søgur.
At lesa fyri børnum styrkir málmenningina. Harumframt skulu børnini eisini hoyra søgur úr hinum norðurlondunum fyri at geva børnunum eina kenslu av norðurlendska felagsskapinum.


Saman fara dagstovnarnir í í kommununum at lesa tríggjar nøkur.

 

Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler, Áslaug Jónsdóttir
Træið eftir Bárð Oskarsson
Øll telja við eftir Kristin Roskifte
 

Átakið røkkur tó ikki bert til dagstovnarnar í Runavíkar kommunu. Í næstum verður serligt tilfar um lesing týtt til føroyskt og latið Gigni, sum heilsufrøðingarnir fara at lata nýbakaðum foreldrunum í kommununi.


Lesiátakið Bókabyrjan er samstav millum Føroya lesa, Bókaklubban,  Bókasavnið við Løkin, Gigni og Runavíkar kommunu.

 

 

Seinastu tíðindi

10. februar 2025
FSO & Løkshøll
10. februar 2025
Kunngerð um broyting av býarplani­num og byggisamtykt fyri Runavíkar kommunu
10. februar 2025
Dagstov­nar í Runavíkar kommunu við í norð­urlendskum lesiátaki
09. februar 2025
Høgliga løtan?