Kunngerð um broyting av býarplaninum og byggisamtykt fyri Runavíkar kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 29. august 2024 og 30. januar 2025, hevur samtykt broytingar í almennu byggisamtyktini og býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu soleiðis at økisparturin E2-landbúnaður uttangarðs, verður víðkaður við ásetingum um serstaka byggisamtykt, alment gagnligar veitingar m.a. vatnverk, vindmyllur og annað.
Broyting av ásetingum fyri E2 landbúnaður uttangarðs
Broyting av býarplani
Broyting av býarplaninum fyri Æðuvík soleiðis, at uml. 350 m2 av matr. nr. 21 og 25 í Æðuvík verður broytt frá E1-landbúnaður til B24-bústaðarøki.
Uppskot til broyting av býarplaninum fyri matr. nr. 21 og 25 í Æðuvík
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum
frá 10. februar til 3. mars 2025
og á heimasíðuni www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 24. mars 2025.
Runavíkar býráð
Seinastu tíðindi
![](/upload/cache/images/28201-28400/6834212e7d8ec767f93e6fbd8726eef6af2e2e39_w490_h300_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/site/templates/default/assets/images/cache/noimage2_w490_h300_fC_ha50_va50_afp0.jpg)
![](/upload/cache/images/28201-28400/c82a60ebeccc81854062151003e10f7b3aead7b7_w490_h300_fC_ha50_va50_afp1.png)
![](/upload/cache/images/28201-28400/7bf89e6bb2cfaa68531fa2e579ecec03ea292b6c_w490_h300_fC_ha50_va50_afp1.jpg)