Høgliga løtan?

09. februar 2025

Røða, sum borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen bar fram, nú føroysk filmlist varð heiðrað, og Geytin handaður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

"I'm going to make him an offer he can't refuse". Orðini eigur legendan Marlon Brando í leiklutinum sum Don Vito Corleone í alkendu kykmyndini Godfather. Hásur og gamal. Soleiðis kennast hesir tillutaðu fýra minuttirnir, nú Runavíkar kommuna enn einaferð hevur lagt sín lut í Geytan, ein av skorðunum undir tjóðarinnar mentanarstarvi, sum bíðar eftir høgligu løtuni, táið hesin týðandi geirin í mentanarlívinum fær fíggjarliga og politiska íblásturin, ið kann lyfta hann upp í tað sferuna, sum ger mentanarlív okkara meiri fullkomið, spennandi og umboðandi. Kykmyndin er spegilin, har ið vit síggja okkum sjálvi og onnur síggja okkum.
 
Í Japan tosa tey um okiagari-koboshi. Bretar rópa hana roly-poly toy, dukkuna, ið ikki fær dottið. Rundleitt í neðra sum eitt egg og tyngdardepilin niðarlaga hareftir. Allar royndir at koppa henni miseydnast, hon kemur altíð á rættkjøl aftur. Eitt er kortini at standa upprættur, - annað er at liva og yvirliva um tíðarmál.
 
Mentanin, sum guvar upp úr okkara samskifti sínámillum, man hava rímilig kor, men so skjótt sum mentanararbeiðarar ætla at lyfta seg og mentanina upp á eitt hægri stig, - gerst róðurin tungur og tyngri. Fóðurtungar framleiðslur í kykum myndum eru í hesum jaðuri, og mangan man tað hava kenst teimum flestu sum at gjøtla til miðis í skiftandi líkindum. Undanróður og andróður. Tað tykist altíð vera ein væmingur eftir av rákinum – ella er hann nýkomin. Mongu hugskotini stúgva seg upp handan skapandi skallabein, reyði og hvíti renna ikki saman, nógv kemur ikki í stropa. Forðingarnar í renningini eru vantandi fæ, hóast onkrir batar eru settir í verk hesi seinru árini.
 
Einstakar kommunur og landið hava tikið annað skinn um bak, gamaní, men higartil hevur tað munað ov lítið. Eftir førimuni hevur Runavíkar kommuna roynt at leggja fæ til høpið. Trom var frumsýnd í Løkshøll av góðum grundum, heimildin “Mýrarnar tala” gjørdist veruleiki, og í løtuni eru vit partur av týskari verkætlan, sum tekur støði í veruligum hendingum um okkara leiðir. Okkurt annað prutlar undir lokinum, men onkursvegna er høpið ov fragmenterað – ov sundurpettað – syftist í ov stóran mun í sjóvarmálanum, alt eftir hvussu politiski reykurin nú einaferð stendur stund um stund. Vit bíða nú ikki eftir rottufangaranum úr Hameln, men heldur einum floytuleikara, sum megnar at fáa neyðuga fæið til vega, fyri at føroysk list í kykmyndum kann lyfta seg upp til eina væl størri produktión.
 
Vit mega helst sættast við, at alt nú einaferð er treytað av samtíðini. Tað var onkur sum helt fyri, at Napoléon, Mirabeau, Danton og Robespierre ikki høvdu verið annað enn undirbrotligir húskallar hjá feudalinum, táið Karlamagnus var uppi á døgum. Cæsar var ikki farin um ánna Rubicon, um órógvin í Roma ikki lagaði tað soleiðis, og hvønn mun skuldi Lenin gjørt, táið hin máttmikla Katarina sat við stýrisvølin í stóra ríkinum fyri eystan, - og Nólsoyar Páll og Jóannes Bóndi vóru eisini fyri part tíðarbundnar hetjur. Hitt jarðiska í tíðini kemur og fer, men sum Victor Hugo helt fyri, so býr ævinleikin í listini og harvið teimum, sum hava fingið tamarhald á blýantum, knappaborðum, penslum, pallum og linsum.
 
Høgliga løtan? Ja, nær skulu vit vænta at hvøkkurin kemur, lagaliga løtan? Jørðildi er til, tað er prógvað, har verður baksað sum ongantíð áður, og umráðandi er, at hesi, sum í førum knógva um hungursmarkið, liggja støðugt á takinum. Takið er at fáa fæ til høldar. Tað gerst bara í eini skipaðari tilgongd, har ið land, kommunur, vinna, pensiónsgrunnar og fakfeløg fáa í uppdrag at spaða til føroyska kykmyndagerð. Øll mega vit onkursvegna lata frá okkum, skal samfelagsbulurin hóra undan, og kanska var tað eitt hugskot, at tað verður álagt fyrrnevndu høpum at leggja partar av fíggjarvavinum til skorðurnar undir okkara felags mentan og list. Í stóran mun eisini til hina orkukrevjandi filmslistina.
 
Í kykmyndini Godfather 2 vitja amerikansk brotsmannalið grannarnar fyri sunnan - hinumegin Florida sundið. Cuba. Tað er ikki spógvabýti oddvitarnir ætla. Teir hava í hyggju at býta oynna – ognina hjá cubanska fólkinum - ímillum sín. Teir báðir Hyman Roth og Michael Corleone. Hin fyrri gýðverskur mafiaovasti og hin seinri capo di tutti capi – primus inter pares – ovastur av øllum í harkaliðunum. Ætlanin vindur hesi orðini úr raddarbondunum á Roth: “Nú verða vit mætari enn United Steel!”
 
Minni kann nú einaferð gera tað. Tað finnast við vissu høgligari býti millum partar, har til ber at lenda á leiðini - onkustaðni ímillum spógvabýti og tað at leggja lond og oyggjar undir seg.
 
Við ynskinum um eina bjarta framtíð fyri kykar føroyskar myndir – takk fyri høvið.

Seinastu tíðindi

10. februar 2025
FSO & Løkshøll
10. februar 2025
Kunngerð um broyting av býarplani­num og byggisamtykt fyri Runavíkar kommunu
10. februar 2025
Dagstov­nar í Runavíkar kommunu við í norð­urlendskum lesiátaki
09. februar 2025
Høgliga løtan?