Kunngerð um undantaksloyvi til taðing

04. november 2024

Ytri miðhagi, matr.nr. 543, Skála hevur fingið undantaksloyvi til taðing frá 31. oktober 2024 til og við 30. november 2024 til 400m3 av biogasstøðum frá Førka.

Ábyrgdarin er Jógvan Christiansen.

Talan er um eitt øki fram við vegnum millum Skála og Skálafjørð.  Økið er frá rættini í Innara midhaga og suður til Akkersvík. Øki er 4km langt og 40m breitt, og liggur fram við landsvegnum báðum megin. 

 

 

 

 

 

Matr.nr. 13a í Oyndarfirði hevur fingið undantaksloyvi til taðing frá 31. oktober 2024 til og við 30. november 2024 til 150 tons av biogasstøðum frá Førka. Økið, sum verður taðað, er í høvuðsheitum fram við landsvegnum.

Ábyrgdarin er Dan M. Olsen.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Matr.nr. 277 Dalhagi hevur fingið undantaksloyvi til taðing frá 4. november 2024 til og við 30. november 2024 til 40 m3 av tøðum frá egnum fjósi.

Ábyrgdari er Tórálvur Danielsen.

Í loyvinum er tikið hædd fyri virkseminum hjá smoltstøðini.

 

Undantøkini eru latin við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.

Av tí at hetta er undantaksloyvi, verður áherðsla lagt á §8 stk. 1-3 í taðingarkunngerðini:

§ 8. Loyvt er ikki at taða soleiðis, at tøðini beinleiðis seta í áir, løkir, vøtn, tjarnir, á strondina ella á sjógv.

Stk. 2. Loyvt er ikki at taða í regni, tó er loyvt at taða í sirmi.

Stk. 3. Loyvt er ikki at taða, tá lendið er fryst ella tá kavi liggur.

 

Seinastu tíðindi

29. november 2024
Jólatrø verða tendrað
28. november 2024
Runavíkar býráð staðfestir niðurstøðuna hjá valnevndini
26. november 2024
Skatta­listin fyri 2023
25. november 2024
Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna