Kirkjugarðurin í Rituvík

29. oktober 2024

Allahalgannasunnudag – 3. november – verður nýggi kirkjugarðurin í Rituvík vígdur. Meinhard Bjartalíð prestur fer eftir guðstænastuna í Rituvíkar kirkju at víga nýggja partin av kirkjugarðinum.

12. juni 2023 skrivaðu borgarstjórin og Johannes Johannesen undir sáttmála um víðkan av kirkjugarðinum í bygdini. Johannes og Eyðstein Skipanes eiga og reka felagið Voyt. Voyt átti lægsta boðið til verkætlanina, sum fevndi um 160 dupultar gravir. Arbeiðið er liðugt, og kirkjugarðurin verður nú handaður Runavíkar kommunu.

Seinastu tíðindi

16. oktober 2026
Konsert í Funnings kirkju leygar­dagin
15. oktober 2026
Gøtuljós í Funningsfirði
01. oktober 2026
Í kvøld, 1. oktober, letur kvøldskúlin upp fyri tilmeldingum
30. september 2026
ÆVINTÝRAFERÐIN Í LØKSHØLL