Løggilding veitt til fleiri vatnveitingar hjá Runavíkar kommunu

25. oktober 2024

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur løggildað fleiri vatnveitingar hjá Runavíkar kommunu. Talan er um vatnveitingina í Rituvík, í Æðuvík, í Funningi og í Søldafirði umframt vatnveitingarnar til ídnaðarvatn í Saltangará og frá Prestá.

Vatnveitingin í Rituvík veitir vatn til á leið 350 fólk. Vatnveitingin í Æðuvík veitir vatn til á leið 90 fólk. Vatnveitingin í Funningi veitir vatn til á leið 50 fólk. Vatnveitingin í Søldafirði veitir vatn til á leið 350 fólk. Vatnveitingarnar við Prestá og í Saltangará veita vatn til virkir í kommununi. 

Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í hesum sambandi er góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina eftirhugt. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.

Frammanundan er vatnverkið á Lambareiði, sum veitir vatn til á leið 2420 fólk í Lamba, Lambareiði, Glyvrum, Saltangará og Runavík, løggildað.

Seinastu tíðindi

21. november 2025
Bátur á Lambareiði – hvør eigur?
21. november 2025
Ferðslan verður tarnað
19. november 2025
Heilsu­tænastur flyta
18. november 2025
Kunngerð um undantaks­loyvi til taðing