Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir

09. september 2024

Fríggjkvøldið, 6. september vórðu tveir sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár.

Í samband við 50 ára  dagin hjá SKS var hugnalig samkoma á Svangaskarði fríggjakvøldið, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgingarnevndini hjá SKS, handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin.

Teir, sum fingu heiðurstekin, eru:

Jónsvein Bjartason, Strendur og

Helgi Olsen, Rituvík.

Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn.

 

Seinastu tíðindi

18. august 2026
Rottangatøming í Saltangará
18. august 2026
"VILLA HJARTAÐ" - SØGUR ÚR ÍRLANDI
12. august 2026
Rottangatøming á Lambareiði, Lamba og Glyvrum
12. august 2026
Søgugonga í Oyndarfirði