Eldur í Glyvra skúla
09. september 2024
Nakað eftir at skúlagongdin var byrjað í morgun, varnaðust tey í Glyvra skúla, at roykur rak um skúlan, og var atvoldin, at eldur var á einum vesi í niðastu hæddini – í vestara partinum nær við fimleikahøllina.
Skálafjarðar Sløkkilið og løgreglan vóru skjót á staðnum, og eldurin var skjótt sløktur. Øll vóru evakuerað úr bygninginum, næmingar og kennarar, og meðan næmingarnir vóru fluttir við strætisvagni út í Bylgjuna, hittast kennararnir um døgverðamálið í gamla býráðssalinum í Saltangará. Roykurin er farin um tað mesta av skúlanum, og nú verður mett um skaðan, og um nær ið skúlagongdin kann takast uppaftur á Glyvrum.
Skúlin letur frætta frá sær aftur, táið eitthvørt nýtt er í málinum.
Seinastu tíðindi
24. august 2026
Við Norðurlendska Ráðharraráðnum í náttúruperluni í Skálafirði
18. august 2026
Rottangatøming í Saltangará
18. august 2026
"VILLA HJARTAÐ" - SØGUR ÚR ÍRLANDI
12. august 2026
Rottangatøming á Lambareiði, Lamba og Glyvrum
