Runavíkar havn 2023

12. apríl 2024

Tað vignaðist hampiliga væl hjá Runavíkar havn í fjør - í 2023. Bruttoinntøkan gjørdist kortini lakari enn árini frammanundan, og tað var væntandi. Eftir at Føroya landsstýri stongdi havnirnar fyri russiska flotanum miðskeiðis í árinum, høvdu vit væntað eina størri afturgongd, men frægara gongdin á øðrum mótum í kundaskaranum hevur vigað nakað væl upp ímóti.

Bruttoinntøkan er komin niður á 2018´støði, men nettovinningurin er kortini nakað omanfyri 9 milliónir krónur. Nettovinningurin kann sveiggja nakað, alt eftir hvussu nógvar umvælingar verða gjørdar við gøgnini sum Havnarskrivstovan brúkar og umitur fyri Runavíkar kommunu.

Ein inntøka, sum hvarv við krúnufarsóttini, ið herjaði allan heimin, er siglingin við ferðamannaskipum. Vinnan hevði ilt við at taka seg uppaftur eftir stoytin, men nú tykist gongd vera komin á aftur, og vinnan er skjótt vaksandi.  Umboð, sum hava áhuga í ferðamannaskipum, hittast tvær ferðir um árið á stevnu. Í Europu og í USA. Útgerðarfeløg, havnir, seljarar, keyparar og umboð fyri alskyns maritim vinnutól hava nú í tríggjar dagar vitjað í amerikanska býnum Miami í Florida.

Seatrade Cruise Global verður hon rópt, stevnan, og í ár hava borgarstjórin og Rannvá Troest, sum er sjálvstøðug vinnurekandi, umboðað Runavíkar kommunu/havn. Hetta eru høvini, har tað ber til at hitta meginleikararnar í vinnuni, og tað er her, at møguleikarnir eru. Okkara umboð høvdu 12 formligar fundir við útgerðarfeløg hesar dagarnar, og alt bendir á, at hendan vinnan, eisini fyri okkara viðkomandi, fer at vaksa.

Eitt, sum kortini fer at geva føroyskum havnum eitt rimmar skot fyri bógvin, er ætlanin hjá landsstýrinum at leggja     burðardygdargjald (sustainabilityfee) á hvørt einasta ferðafólk sum er umborð á hesum skipunum. Sambært uppskotinum fær tað virknað frá og við ársskiftinum 2025/26. Í løgtingslógaruppskotinum er gjaldið sett til 225 krónur fyri fólki, og tað fer við vissu at gera tað, at áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli hjá hesum segmentinum hvørvur so at siga burtur í onki. Kommunurnar hava bygt havnirnar, tær hava gjørt alt søluarbeiði og nú legst landsstýrið á eina vinnu, sum tað annars onki sum helst hevur havt við at gera. Hartil eru hetta ikki tey ferðafólkini, sum skapa ójavna í føroysku natúruni, veruleikin er hann, at tey ongantíð koma so langt, táið tey sjáldan liggja við bryggju í meira enn einar 5-6 tímar.

Samráðingarnar í USA hesar dagarnar hava gingið væl, og alt bendir á, at støðuga sambandið við útgerðarfeløgini fer at leggja nakað afturat sum frálíður. Talið á skipum, sum hava bundið seg til at vitja havnir í Runavíkar kommunu tey næstu árini eru annars.:

2024:        22 skip

2025:        15 skip

2026:          3 skip

2027:          2 skip

Ovara stabbamyndin sýnir gongdina eftir kommunusamanleggingarnar í 0´unum, og á niðaru myndini sæst hvaðan í kommununi nettovinningurin er komin í 2023. Annars koma inntøkurnar frá nógvari og ógviliga ymiskari ferðslu.

Síðan havnirnar vórðu lagdar saman hava inntøkurnar og nettovinningurin í 19 ár verið ávikavíst 267,557 og 108,232 milliónir krónur.

Frameftir eru útlit fyri vøkstri, nú nýggj orkubryggja verður gjørd í Søldarfirði, og skipasmiðjan Mest hevur ætlanir um at gera eina nýggja turrdokk á Skála. Hinvegin verður inntøkan frá russiska flotanum tvær ferðir lakari í 2024 enn í 2023, tá havnastongsulin helst fer at standa við so leingi álopini á Ukraina halda fram.

Seinastu tíðindi

07. november 2024
Nýtt verk framført í Løkshøll
06. november 2024
Broyting í innsavningini
06. november 2024
Heimaval
04. november 2024
Asfaltering á Skála