Skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu - Ummæli

12. februar 2024

Fyri fjórðu ferð verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður 21.-28. apríl.

Í ár eru ummæli á breddanum, og vinnararnir verða kunngjørdir sunnukvøldið 21. apríl á Bókasavninum við Løkin. Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.

Fyri at luttaka í skrivikappingini skulu ummæli latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin á lokin@lokin.fo áðrenn 22. mars kl. 22. Umráðandi er at senda føðidato við í teldupostinum.

Reglur:
-Høvuðsteksturin skal vera á føroyskum, og skal vera atkomuligur fyri dómsnevndini.
-Høvuðsteksturin kann vera bókmentir av øllum slag, tó skal tað vera eitt heildarverk, sum td. stuttsøgusavn, yrkingasavn, skaldsøga osv.
-Høvuðsteksturin skal vera útgivin í 2020 ella seinni.
-Ummælið skal vera í mesta lagi 1200 orð, og skal ikki áður vera lagt alment fram.

Virðislønir:
Latnar verða 1. og 2. virðisløn á ávíkavist 8.000 og 6.000 kr, umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, sum ummælir eitt verk, ætlað til ung. Hendan virðislønin er 6.000 kr.

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

Fyri at kveikja áhuga, kreativitet og íblástur, verða tvey tiltøk fyriskipað upp til innlatingarfreistina:

Mánakvøldið 12. februar kl. 19 verður kveikingarkvøld á Bókasavninum við Løkin. Dania Tausen og Marna Jacobsen fara at tosa um ummæli og tað at ummæla. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við kaffi og práti.

Síðani vera tvey skriviskeið hildin á Bókasavninum við Løkin. Talan um tvey eins skeið leygardagin 24. og sunnudagin 25. februar kl. 14-17. Tað verður Paula Gaard sum fer at hava skiviskeiðini. Luttøka á skriviskeiðunum er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding umvegis lokin@lokin.fo ella á tlf. 590779

Øll eru vælkomin at luttaka í skrivikappingini, og bæði kveikingardagurin og skriviskeiðini eru ókeypis.

Nærri kunning fæst á www.visitrunavik.fo og www.lokin.fo

Seinastu tíðindi

16. juli 2024
Kommunuskrivstovan í summarfrí
24. juli 2024
Feira tað, - sum vit megna saman
23. juli 2024
Myndarøð frá reisigildi­num fyri svimji­høllini
23. juli 2024
Úr vøggu í grøv