Bróðurhond í trúgv ber miklan bata

04. februar 2024

Røða, sum stýrisformaðurin fyri Roðan flutti fram, nú tað í dag var hátíðarhildið, at Eysturoyar Røktar- og ellisheim fylti 40 ár.

Samfelagið er ein samanrenning av einstaklingum samansjóðaðir í rúmi og tíð. Kjølfestan er tengd at siðvenjum, máli, málum og áhuga. Í felag skipa einstaklingarnir stovnar, ið hava til endamáls at tryggja støði og  kontinuitet yvir tíð. Hugtakið samfelag gongur í okkara føri, úr hugmyndasøguligum sjónarhorni, heilt aftur til tær elstu kristnu samkomurnar í Roma (á latíni societas), sum vóru í loyniligari andstøðu til rómverska statsvaldið tá á døgum.
 
Í dag eru vit savnað til ein 40 ára føðingardag. Føðingardagsbarnið er besta dømi  um, hvat ið kann spyrjast burturúr, um vit eiga orkuna at hugsa út um okkum sjálvi, upp um okkara egináhuga og at vit taka saman við øðrum til tess at skipa vitalar stovnar øllum til gagns og frama. Eysturoyar Røktar- og ellisheim fer um hetta hvarvið í dag, og Heimið er í allar mátar ein sólskinsøga.
 
Talið 40 er serligt í bíbilskum høpi. ”Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur”, verður sagt um Flóðina miklu í fyrstu Mósebók kap. 7;12. Móses var í oyðimørkini í 40 ár, og hann var saman við Harranum á Sinai fjalli í fjøruti dagar og fjøruti nætur. Ísraelsfólk var eisini í oyðimørkini í 40 ár, og sum skrivað stendur: ”Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Guð tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boðorð hans ella ikki.” Frelsari okkara varð freistaður í oyðimørkini í 40 dagar og 40 nætur, hann stóð undir trýstinum, royndina, og eftir uppreisnina var hann saman við lærusveinunum í 40 dagar - til tess at kálvføða teir sum mest og best til tær avbjóðingar, ið koma skuldu.
 
Hóast tað í dag eru 40 ár síðan Ellisheimið – sum vit rópa tað í dagligari talu – var latið eigarunum og tikið í brúk, so gekk kortini drúgv tíð frá tanka til handling. Fyrsti tankin røkkur næstan aftur til krígslok, eftir tað verður gingið av einum løgasteini á annan, men á fundi hin 5. januar í 1961 verður nevnd vald at fyrireika málið, og tað var Salomon Joensen, prestur, sum, íblástur úr Jákups brævi, smíðaði verkætlanini loysanarorðini: Bróðurhond í trúgv ber miklan bata.
 
Eftir tað gingu 20 ár við nógvum millumrokningum og meiri og minni framskrúvu. Á Sjómansheiminum í Runavík – hin 7. mai 1980 - møtast umboð fyri allar kommunurnar í Eysturoy til tess at velja eina bygginevnd. Niklas Foldbo varð valdur formaður, og hann lá ikki á boðunum og heldur ikki sjóvarfallið av sær. Meiri fæst at vita um hetta í ritverkinum ”Av Tinghellu á Førjaklettin” eftir Helga Jacobsen.
 
Allar kommunurnar í oynni varðaðu av Eysturoyar Røktar- og ellisheimi, og viðvíkjandi rakstrinum var skipanin tá, at kommunurnar rindaðu 15%, meðan land og statur rindaðu hini 85%´ini. Kommunurnar borgaðu samsvarandi skattskyldugu inntøkunum. Eftir tað eru stórar og víðfevndar broytingar hendar á økinum viðvíkjandi heimatænastu, eldrarøkt v.m.
 
Politikkur hevur í stóran mun ávirkað kringumstøðurnar á hesum økinum hesi seinru árini. Upprunaliga sprettur tankin um heim av hesum slagi úr fólkinum, sjálvandi tí at tørvurin gjørdi vart við seg, og tí at onkur sá fram um sína egnu nøs. Grasrøtur taka seg saman og skipa sjálveigandi stovnar javnsvarandi kommunalum íløgum, innsavningum og teimum stuðulsskipanum, ið tá vóru galdandi. Í 2014 tekur eitt rættiligt paradigmuskifti seg upp. Politiski landsgeirin velur at flyta ábyrgdina av øllum omanfyri 67 ár, á hesum mótinum, yvir á kommunur ella kommunalar eindir at taka sær av.
 
Á politiska vígvøllinum finnast ikki forðingar. Í mesta lagi avbjóðingar. Og júst í hesum málinum hava kommunurnar staðfest, at tær eiga í sær megina – stirðilin - at fara í takholt við stórar avbjóðingar. Skiftið kom um ársskiftið 2014/15, og longu frammanundan høvdu tær tríggjar kommunurnar í syðra endanum á oynni - við Skálafjørðin - tikið seg saman í samtakið, sum seinri fekk heitið Roðin. Næststørsta eldraøki í landinum. Við hesum fekk kollektiva ognin hjá allari oynni eina skeinu í lakkið, oyggin liðaðist sundur í Nánd, Veks og Roða. Eftir at kommunurnar norðanfyri vóru keyptar úr ognini í Runavík, og eftir innanhýsis fíggjarligar harmoniseringar, valdu Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunur í góðari semju at fara undir at reka heimatænastu, eldrarøkt v.m. sambært løgtingslóg no. 19 frá 7. apríl 2014 - frá og við 1. januar 2015 at rokna. Ognirnar á Toftum, Strondum, Skála og í Runavík vórðu lagdar saman við ongari skuld – eftir hetta var samstarvið burturav eitt rakstrarfelag og tær íløgur ið gerast skuldu javnsvarandi gjaldast lutfalsliga í felag av teimum trimum kommununum.
 
Nú eru gott og væl 9 ár hespað uppá tíðarsnælduna, síðan kommunurnar tóku á seg ábyrgdina av økinum. Havi ikki hoyrt nakað graml um, at nakar ynskir at flyta tað frá kommununum aftur, serliga av tí orsøk, og tað er mín varhugi, at økið verður væl betri røkt í nærdemokratinum enn úr einum platoniskum politiskum landsradara. Havi verið limur í Runavíkar býráði síðan 1. januar 2013. Tí havi eg saman við øðrum verið við til at handfara hetta stórmálið frá byrjan. Politiskt, skipanarliga og fíggjarliga. Frá 1. januar 2016 var eg næstformaður í stýrinum, og síðan 1. januar 2017 havi eg verið formaður stýrisins. Mong høvdu megnað tað líka væl ella betri, men tað hevur undir øllum umstøðum verið mær ein heiður at sitið á hesi ódnini, og arbeiðsbyrðan hevur yvirhøvur verið løtt við makaleysari leiðslu og dugandi starvsfólkum.
 
Til skemtanar kann eg nevna, at vit á einum fundi í høvuðsborgini, ein dagin fyri kortum, fóru at tosa um hvussu kostnaðarmiklar tær almennu nevndirnar eru. Sat í einum fora sum umrøddi at seta eina nýggja nevnd til eitt ávíst høpi, grundgivið var fyri og ímóti, og serliga fíggjarkostnaðurin av nevndarlønum vigaði tungt andvegis ætlanini. Tá loyvdi eg mær at siga, at vit kundu skipa umrødda felag sum Roðan - hvat ið nevnd ella stýri viðvíkur. Menn sótu spyrjandi – har vóru bara menn – og eg greiddi teimum síðan frá, at formaðurin í stýri Roðans varð honoreraður fyri verk og ábyrd við 4.992,- krónum tilsamans í 2023 - og stýrislimirnir við nakað lægri hýru fyri nú farna árið. Umframt  hetta – omaná - fingu vit í part eina trivaliga gás í jólagávu, fingin til vega frá Dan bónda á Norðistovugarðinum á Glyvrum. Ivist í um boðskapurin slapp undir húðina á nøkrum, men eg kom at hugsa um José Mujica, føddur í Montevideo í 1935 og einaferð forseti í heimlandinum Uruguay. Kendur fyri at liva líka so spartanskt sum gitni asketiski grikkin Diogenes væl fyri okkara tíðarrokning. Mujica tók einaferð soleiðis til: ”Tey siga, at eg eri heimsins fátækasti forseti, men soleiðis kenni eg tað ikki – heldur tvørturímóti. Fátøk menniskju eru heldur tey, ið bert arbeiða fyri at røkka einum dýrari lívsstíli og sum ongantíð fáa nógmikið av verðsligum fæi.”
 
Tað var Charles de Gaulle, generalur og forseti, sum einaferð spurdi: Hví eru tey 10 boðini so einfald, stutt og greið og skrivað soleiðis, at øll skilja tey? Sannlíkt tí at tað ikki var ein nevnd sum skrivaði og setti tey saman, var hansara egna svar. Stýrið fyri Roðan tøssar ikki uppi í gerandisdegnum hjá teimum starvandi á Skála, Strondum, Toftum og í Runavík, til tað hava vit eitt serlið av starvsfólki við eini dugnaligari leiðslu. Vit taka okkum bert av tí sum eitt politiskt mannað stýri skal taka sær av, og hevur leiðslan áneyðir á tí, samskiftir hon við formannin í stýrinum um tað. Keep it simple, sum bretar taka til.
 
Í hesum døgum hava vit lyndi til at skiva samfelagið upp í uppstikaðar básar. Tey yngru, tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum og so tey eldru. Búskaparfrøðingarnir tosa serliga um tey eldru, sum um at hesi, ið smíðaðu vælferðarsamfelagið, lyftu tungar byrðar fyri at tað skuldi eydnast, nú eru vorðin tess byrða. Ein nógv hækkaður pensiónsaldur skal nú einsamallur fáa framtíðar samfelagið at hanga saman fíggjarliga, halda teir. Tey, sum her í økinum settu á fyri at fáa økinum eitt Røktar- og ellisheim, vistu, at eitt vælferðarsamfelag var á veg, har tørvur varð á einum heilt øðrum samfelagsbygnaði enn honum sum hevði verið. Hann hava vit fingið. Í vælferðarsamfelagnum ganga nógvir lutir inn í hvønn annan, og skal støði haldast, og væl tað, er tørvur á dyggum dagstovnum, góðum skúlum og fjálgari eldrarøkt, soleiðis, at tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum saman við vinnuni fáa so nógv verðsligt fæ sum gjørligt burturúr teirra lógvum. Nú eri eg sjálvur farin gott og væl um hetta magiska talið – 67 – fólkapensiónin má bíða í felagskassanum – men hóast eg haldi, at pensiónsaldurin kann hækka nakað, so er tað ikki einasti lúturin ið skal til, fyri at fáa samfelagið at hanga saman í framtíðini. Búskaparfrøði er ikki ein vísindagrein – teir gera sínar metingar – tú kanst hjálpast við teimum, men til sjeynda og seinast eru tað politikararnir, sum skulu brúka sítt knúgvafeitt til at stjórna landi og kommunum soleiðis, at tað framhaldandi verður eitt heilt samfelag og ikki uppstikaðir básar, har óneyðugar stigmatiseringar kunnu gerast gerandiskostur. Um tað hendir, - er orsøkin bara politisk armóð.
 
40 ár eru ikki 40 dagar, og nógv er hent hesi árini Eysturoyar Røktar- og ellisheim hevur verið til. Búfólk eru komin og farin, avvarðandi hava vitjað og heimið er víðkað og støðugt umvælt hesi árini. Starvsfólkini hava trivist væl, og tað sigur nakað um stabilitetin, at tað bert hava verið tveir leiðarar øll hesi árini. Tey fyrstu nógvu árini Tordur Niclasen, sum eisini var við í umskipingini, táið kommunurnar tóku við ábyrgd og rakstri, og eftir tað fuglfjarðadáman Jóngerð Guttesen, sum ein lýggjan summardag í 2017, eftir eitt prát við tríggjar borgarstjórar í Lamba skúla, tók stafettina, og hevur borið hana væl og virðiliga fram til hendan dag.
 
Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Fari eisini at takka øllum sum á ymiskan hátt hava stuðlað heiminum hesi árini, hvør á sín hátt, og skal eg taka nakran burturúr, so er tað Lions felagsskapurin, sum frá tí fyrsta vísti verkætlanini áhuga, og sum eisini var við til at fáa svimjihylin virknan aftur, eftir at hann var tømdur og lokaður vegna sparingar fyri nakað nógvum árum síðan. Skiftandi bý- og bygdaráð í Sjóvar kommunu, Nes kommunu og í Runavíkar kommunu eiga nú ta serligu tøkkina, tá tað ongantíð hevur verið nakar ivi um, at hesi hava akslað síni skinn við Roðan. Vónandi heldur góða samstarvið fram eftir kommunuvalini í heyst, táið ein nýggjur garður skal laðast um felagsstarv okkara hesum viðvíkjandi.
 
Hjartaliga takk øll somul og takk fyri høvið.

Tórbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

16. juli 2024
Kommunuskrivstovan í summarfrí
24. juli 2024
Feira tað, - sum vit megna saman
23. juli 2024
Myndarøð frá reisigildi­num fyri svimji­høllini
23. juli 2024
Úr vøggu í grøv