Svensk vitjan
08. september 2023
Svenski ambassadørurin í Keypmannahavn, Charlotte Wrangberg, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Svenski konsulin í Føroyum, Bjørn á Heygum, ferðast saman við henni kring landið, og seinrapartin í dag vitjaði sendikvinnan Runavíkar kommunu. Við í fylginum vóru svensku konslarnir í stóru býunum í Danmørk.
Borgarstjórin tók ímóti og greiddi í býráðssalinum gestunum frá Føroyum og Runavíkar kommunu. Afturvið fiskasúpan úr Æðuvík, Dreymakøkur frá Ranvá og smákøkum frá Miðberg vóru gestirnar spurnir og ynsktu at fáa meiri at vita um landið og kommununa. Eftir hálvanannan tíma gekk leiðin til Kirkjubøar, har Jóannes bóndi tekur ímóti fremmandu gestunum.
ES: Beata R. Hansen tók myndirnar.
Seinastu tíðindi
16. november 2026
Skattalistin fyri 2025
13. november 2026
Kunngerð um broyting av býarplani og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu
11. november 2026
Vælkomin til ársins Jól við Løkin!
09. november 2026
Bilur til sølu
