Vit hava brúk fyri samstarvi fyri at mennast sjálvi

25. mai 2023

Røða, sum fíggjarmálaráðharrin Ruth Vang flutti fram, táið stevnan Faroexpo var sett í dag

Góðu áhoyrarar – góðu luttakarar
 
Stóra takk fyri innbjóðingina at vera við á vinnustevnuni, Faroexpo. Og takk fyri heiðurin at seta stevnuna.
 
Karmarnir rundan um stevnuna her í Runavík eru hugaligir. Beinanvegin tú koyrir út úr Eysturoyartunlinum sært tú eitt øki við stórum ágrýtni. Her eru fiskavirki, reiðaravirksemi, alivirksemi, tøknifyritøkur, handverksvirksemi, handlar, hotell o.s.fr.
 
Og nú eg nevni Eysturoyartunnilin, so er eisini hann eitt úrslit av framtakshugaðum fólki í Eysturoynni, sum hugsaðu nýtt og sóu møguleikar.
 
----
 
Endamálið við Faroexpo er at marknaðarføra føroysku vinnuna mótvegis útlendskum fyritøkum og at knýta sambond við aðrar føroyskar fyritøkur.
 
Vinnulig sambond eru altavgerandi fyri framleiðslu og útflutning. Skalt tú liva av at selja, mást tú hava onkran at keypa frá og onkran at selja til. Ongin vælvirkandi fyritøka, land ella persónur er ein einsamøll oyggj uttan samband við onnur. Vit hava brúk fyri samstarvi fyri at mennast sjálvi.
 
----
 
Temaið á hesi stevnuni er ”Kríggj og vinnulig órógv”. Eg haldi, at eg tosi fyri okkum øll, tá ið eg sigi, at hetta er eitt tema, sum vit fegin vildu verið fyri uttan. Eitt tema, sum vildi verið púra óhugsandi fyri bara hálvum øðrum ári síðan.
 
Innrásin í Ukraina í fjør fekk okkum øll at vakna við kaldan dreym. Brádliga fingu vit ein óhugnaligan veruleika í Evropa, sum ongin hevði ímyndað sær. Fyrst og fremst er kríggið ein sorgarleikur hjá ukrainska fólkinum, sum dagliga liva í ræðuleikunum.
 
Kríggið hevur eisini havt avleiðingar á øðrum økjum. Tað hevur ávirkað búskapin í Evropa og seinasta árið hava vit sæð prísvøkstur, rentuhækkingar og órógv í veitingarkervinum.
 
-----
 
Innrásin í Ukraina hevur elvt til drúgt kjak um okkara vinnusamstarv við Rusland. Fleiri vilja hava Føroyar at kvetta alt samstarv við Rusland, meðan onnur halda líka so fast upp á at varðveita samstarvið. Tey mest avgjørdu halda málið vera púra einfalt at avgera, men eru tó rúkandi ósamd um loysnina.
 
Landsstýrið hevur í rúma tíð arbeitt við spurninginum og hevur strembað eftir at taka ymsu sjónarmiðini við í viðgerðina. Eg fari ikki at avdúka her, hvørja niðurstøðu landsstýrið er komið til, men fráboðanin frá landsstýrinum um Ruslandssamstarvið kemur ein av allarfyrstu døgunum.
 
-----
 
Vit kunnu sjálvi avgera, hvønn vit samstarva við. Men vit mugu eisini viðurkenna, at nøkur viðurskifti hava vit lítla og onga ávirkan á. Globalar rentuhækkingar, kríggj og oljuprísir fáa vit í Føroyum onki gjørt við. Í hesum døgum hoyra vit eisini, at stóra skuldin hjá USA kann fáa búskaparligar avleiðingar fyri allan heimin. Hetta fáa vit heldur ikki gjørt nakað við.
 
Men vit kunnu altíð avgera, hvussu vit lata tingini ávirka okkum, og hvussu vit handla upp á tey.
 
Júst hetta at laga seg til broyttar støður liggur rættiliga djúpt í okkum føroyinum. Her í veðurbarda Norðuratlantshavinum hava vit  dugað at lagað okkum eftir umstøðunum. Vit hava lagað okkum eftir vindinum. Eftir sjóvarfallinum. Eftir fiskinum. Eftir arbeiðsmøguleikunum. Eftir marknaðinum. Eftir ES-krøvum. Og so framvegis.
 
Saman við tillagingar-evnunum hava vit í Føroyum ein sterkan íverksetarahug og hava við árunum bygt upp eitt blómandi vinnulív og sterkar útflutningsfyritøkur. Og vit hava her á landi eitt væl útbúgvið og sera arbeiðssamt fólk. Hagtøl vísa, at Føroyar eru tað landið í Evropa, sum hevur hægst vinnutíttleika, tað vil siga flest virkin á arbeiðsmarknaðinum í mun til fólkatalið.
 
So alt í alt eru vit væl fyri at standa ímóti aldubrotum uttanífrá.
 
-----
 
Vit skulu ikki bara laga okkum til broytingar útifrá. Vit skulu eisini handla upp á avbjóðingar her á landi. Vit gerast lutfalsliga fleiri eldri í mun til støddina á arbeiðsfjøldini. Avbjóðingar eru at manna størv, eitt nú í umsorganar- og heilsufakunum. Og nú um dagarnar kunnaði Hagstovan um, at føðitíttleikin í Føroyum er minkaður munandi – kvinnurnar fáa færri og færri børn.
 
Fyri at vit framhaldand skulu hava eitt vælvirkandi samfelag – og eitt vælvirkandi vinnulív - mugu vit taka hesar avbjóðingar í álvara.
 
Tað er umráðandi at reka ein skynsaman fíggjarpolitikk. Landsstýrið hevur sett sær fyri at hyggja allan almenna geiran ígjøgnum og aktivt taka støðu til, hvørjar funktiónir skulu raðfestast.
 
Tað er eisini umráðandi støðugt at eggja fólki til at arbeiða, og tí er neyðugt at breiðka skattagrundarlagið út um inntøkuskattin. Tí hevur landsstýrið tikið stig til broytingar í tillfeingisgjøldunum, sum skulu koma øllum til góðar – eisini vinnulívinum.
 
Vit hava tosað nógv um góðar og tryggar karmar fyri vinnuna. Men karmar snúgva seg ikki bara um gjøld. Vit mugu raðfesta skúla, útbúgving og gransking. Tað er grundleggjandi fyri vinnulív og kappingarføri at hava væl útbúna arbeiðsfjøld. Bara á hendan hátt kann vinnan framtíðartryggjast.
 
Minst líka grundleggjandi er eitt vælvirkandi heilsuverk, sum tryggjar, at arbeiðsfjøldin er frísk og arbeiðsfør sum longst. Og eisini vinnan hevur ein áhugað í, at væntandi starvsfólk á stovnum til okkara børn og gomlu foreldur ikki forða fólki í besta aldri at sleppa til arbeiðis.
 
-----
 
Góðu luttakarar. Eg fari við hesum orðum at ynskja tykkum eina góða vinnustevnu. Og eg skal samstundis takka tykkum fyriskiparum fyri at taka stig til Faroexpo og at skapa so góðar karmar rundan um hetta tiltakið.
 
Við hesum fari eg at lýsa vinnustevnuna Faroexpo at vera setta.
 
Takk fyri.

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu