Runavíkar havn 2022
Runavíkar havn hevði aftur eitt gott ár í fjør – í 2022. Bruttoinntøkan setti aftur met, og nettovinningurin var góðar 9 milliónir krónur. At hesin er nakað lakari enn í 2021 kemst m.a. av tí orsøk, at nógvar umvælingar eru gjørdar á gøgnini, sum Havnarskrivstovan brúkar og umsitur fyri Runavíkar kommunu.
Ein inntøka, sum hvarv við heimsfarsóttini Covid-19, og hevur havt ilt við at koma fyri seg aftur, er siglingin við ferðamannaskipum. Gongd er nú við at koma á hesa bransjuna aftur, og eftir at umboð fyri Runavíkar havn fyri kortum hava verið á árligu ráðstevnuni hesum viðvíkjandi í USA, kann staðfestast, at vit fáa vitjanir av 15 ferðamannaskipum í ár – í 2023, og higartil hava 15 ferðamannaskip heitt á havnina um at fáa keipláss í 2024.
Ovara stabbamyndin sýnir gongdina eftir kommunusamanleggingarnar í 0´unum, og á niðaru myndini sæst hvaðan í kommununi nettovinningurin er komin í 2022. Annars koma inntøkurnar frá nógvari og ógviliga ymiskari ferðslu.
Síðan havnirnar vórðu lagdar saman hava inntøkurnar og nettovinningurin í 18 ár verið ávikavíst 247,683 og 99,127 milliónir krónur. Ein fjórðingsmilliard í inntøkum og slakar 100 milliónir í nettovinningi.
Annars var nýggja bryggjan á Bakka liðug og tikin í nýtslu nakað eftir ársskiftið í ár, táið Bakkafossur á fyrsta sinni kom á Glyvrar, og víðkanin av bryggjuni í Funningsfirði er at kalla komin undir land. Aðrar størri ætlanir fara vit frameftir at hoyra meiri um, sohvørt tær verða fyrireikaðar og settar í verk.