Ferðavinnuátakið í Oyndarfirði er útsett

15. mars 2023

Stóra ferðavinnutiltakið, sum eftir ætlan skuldi verða í Oyndarfirði í næstum, er tíverri útsett. Tó hava fyrireikararnir longu tikið avgerð um at flyta tiltakið til mikukvøldið 19. apríl og leygarmorgun 22. apríl.

Skráin verður hin sama. Sjóneykan verður sett á nýhugsan, íverksetan, og møguleikar innan ferðavinnu sum heild í Oyndarfirði og har um leiðir.

Til ber at tekna seg til tiltakið á visit@runavik.fo ella við at ringja á tlf. 417060. Tiltakið er ætlað fólkum, ið eru búsitandi ella hava tilknýti til Oyndafjørð. Tað er ókeypis at luttaka.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Runavík, Heiðaveg 19 harumframt er eisini kunning á Facebookvanganum og á visitrunavík.fo

Visit Runavík

Seinastu tíðindi

13. november 2026
Kunngerð um broyting av býarplani og Almennu byggisamtykt­ini fyri Runavíkar Kommunu
11. november 2026
Vælkomin til ársins Jól við Løkin!
09. november 2026
Bilur til sølu
05. november 2026
FÆ2027